Johan vaks upp í Lágabø í Havn, ella rættari í Gamla Hospitali, har hann varð føddur. Pápin, sum átti spinnaríið í Sandá, sum í dag hýsir møblahandlinum Eikini, keypti ognirnar hjá hospitalinum, tá Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu í 1924. Spinnarin hevði ætlanir um annað handilsvirksemið við fiski. Hann seldi spinnariíð, men gjørdist sjúkur stutt eftir, og doyði í Keypmannahavn eftir langa sjúkralegu í oktober í 1935, fimm mánaðir eftir, at Johan varð føddur. Johan er tí uppkallaður eftir pápanum, og hann varð doyptur sama dagin, sum pápin fór til gravar. Spinnarin er tann fyrsti, sum er grivin í nýggja kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Umframt Johan áttu Berghild og Spinnarin eina dóttur, Anna (1927-85), sum var gift við Gunder Johansen, seinni Schiller, skraddara og handilsmanni í Havn (1925-86).
Johan Evensen býr í Lynge í Danmark. Hann hevur verið í Danmark síðani hann í 1953 fór í læru hjá B&W sum maskinsmiðjur. Eftir lokna útbúgvin í 1957 arbeiddi hann eitt stutt skifti sum sveinur, til hann fór at lesa verkfrøði. Hann tók prógv sum maskinverkfrøðingur í 1961, og fór tá í starv hjá ráðgevandi verkfrøðingafelagnum Birch og Krogboe, sum eitt nú var við til arbeiðið, tá Landssjúkrahúsið í Havn var bygt í sekstiárunum. Í 1961 fór hann í starv hjá Heto, sum framleiðir útgerð til laboratorii, sjúkrahús o. a. Har var Johan køliverkrøðingur. Hann fór frá fyri aldur, tá hann var 65 ár.
Eftir barnaskúlan fór Johan í Realskúlan í Havn í 1947. Men av tí at hann hevði trupulleikar við bruna í eygunum, var hann nógv burtur frá skúlanum, og gavst tí.
Sum smádrongur hevði Johan gingið nógv á verkstaðnum hjá Sigirdi av Reyni í Rættará - og hann hjálpti ofta Frits Jensen ella Bugli-Jensen, sum tá var á verkstaðnum har. Frits Jensen spurdi tí Johan, um hann ikki vildi koma í læru sum bilmekanikari, tá hann nú kortini var givin í skúlanum - og soleiðis bar á, at hann fór í læru í 1950.
Tá í tíðni vóru lærlingar ikki nógv virdir, og teir vóru tí ofta settir til tær keðiligu uppgávurnar - og tá Johan helt tað vera ov nógv við at hava bankað teppir og ganga ørindi fyri konu Frits, gavst hann í læruni eftir stutta tíð. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann fór á preliminerskúla. Hann gjørdi seg lidnan við fyrsta part í 1951. Men tá hann var heima í summafrí, fekk hann aftur bruna í eyguni og kom tí ov seint niðuraftur til skúlan. Hann gavst tí, og tók seinna partin av skúlanum á VBV í Havn, har hann fekk prógv í 1953.
Á heystið hetta árið fór hann so í læru hjá B&W í Keypmannahavn. Sjálvur sigur Johan, at tað var mammubeiggin, Petur Mohr Dam, sum hevði útvegað honum plássið hjá B&W, og tað var systkinabarnið, Atli P. Dam, sum tók ímóti honum og hjálpti honum upp á pláss á lærlingaheiminum. Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa lærupláss hjá B&W, tí áhugin var so stórur millum ungar dreingir, og tí var Johan fegin um góðu kontaktirnar, sum mammubeiggin hevði.
Johan er av seinasta ættarliðnum í Føroyum við eftirnavninum Evensen. Navnið kemur úr Noreg. Tað var Ole Evensen, ella Ole Nordmand, sum kom úr Noreg til Hvalbiar at starvast í kolinum. Hann var eisini sýslumaður í Suðuroy. Spinnarin var abbasonur hansara. Pápi Spinnaran var Jens Christian Evensen. Hann og bróðirin, J. P. Evensen komu til Havnar, tá foreldrini doyðu, og vusku upp hjá kenda mentamanninum, Jens Davisen, sum m. a. var bókavørður á fyrsta bókasavninum, sum arbeiddi hjá fútanum, og sum onkur tíðarskeið bæði var settur ríkisumboðsmaður og fúti. Jens Christian Evensen var prestur, fyrst á Viðareiði, síðani í Hvalba og gjørdist seinni Føroya Próstur á Nesi. Spinnarin og A. C. Evensen, sum eisini var próstur, vóru brøður.
Í móðurætt hevur Johan ættarbond í Norðstreymi. Pápin, Óli Dam, var kolfirðingur, borin til garðs í Sjógv í Kollafirði, meðan mamman, Sára Maria var av Heygum í Vestmanna, systir Ólav á Heygum, bónda. Óli og Sára Maria settust niður í Skopun. Tey áttu seks børn, Hannemia, Berghild, Petur Mohr, Johannes, Hákun og Lilly. Óli doyði, meðan børnini vóru smá, og tók ongantíð við garðinum í Kollafirði. Tað var tí Petur Mohr Dam, sum átti at tikið við garðinum, tí hann var elsti sonur, men heilsan loyvdi honum ikki - og helst hevur hugurin ligið til tað bókliga. Bróðurin Johannes Dam tók tí við garðnum.
Johan giftist í 1961 við Inge-Lise, og saman eiga tey trý børn, Lars (43 ár), Helle (39 ár) og Kell (38 ár). Familjan hevur búð í Birkerød síðani 1961, men fyri nøkrum árum síðani seldu tey húsini og keyptu eini minni hús í Lynge, har Johan og Inge-Lise nú búgva.
Adressan hjá teimum er:
Nøglegårdsvænge 39
3540 Lynge
Tlf: 4581 2940
Mobil: 4026 7940