Jóhan hevur brotið hondina

Stinni NSÍ verjuspælarin verður ikki at síggja á vøllinum næstu vikurnar

Síðsta sunnudag hevði NSÍ vitjan av HB. Dysturin var undirhaldandi, og hóast tað vóru møguleikar í báðum endum, so varð úrslitið 0-0.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki noyddist NSÍ miðverjin Jóhan Troest Davidsen av vøllinum. Hann var skaddur, og Jákup Jakobsen loysti hann av.

 

Nú er tað staðfest, at Jóhan Troest Davidsen hevur brotið hondina. Tað veit Sosialurin at siga í liðtíðindum undan 12. umfari. Skaðin ber við sær, at veteranurin í NSÍ verjuni ikki verður við, tá ið NSÍ leygarkvøldið fær vitjan av KÍ, og hann verður heldur ikki við, tá ið NSÍ fríggjakvøldið 28. mai fer at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Í 13. umfari í landskappingini skal NSÍ spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað verður sunnudagin 13. juni.

 

Higartil í ár hevur 33 ára gamli Jóhan Troest Davidsen verið í NSÍ verjuni í níggju av 11 landskappingardystum.