Jóhan og teir vunnu bólkin hóast tap ímóti Svøríki

Danska manshondbóltslandsliðið tapti ímóti Svøríki, men vinnur OL-bólkin og skal møta Noreg í fjórðingsfinaluni.

 Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska manshondbóltslandsliðið vann innleiðandi bólk B við OL í hondbólti, sjálvt um teir taptu síðsta dystin ímóti Svøríki í dag við úrslitinjm 30-33.

 

Harvið er Danmark í fjórðingsfinaluni týsdagin í móti Noreg, sum endaði á fjórða plássi í bólki A.

 

Danmark kundi tapa við í mesta lagi fimm málum og framvegis vinnabólkin við átta stigum framman fyri Svøríki og Egyptaland við sama stigatali, og Danmark megnaði akkurát tað.

 

Donsku hondbóltsspælararnir vóru ikki nóg góðir, men vunnu kortini bólkum í einum dystin, har ógvuliga lítið riggaði hjá Danmark.

 

Nikolaj Jacobsen brúkti aftur breiddina í hópinum, eins og han hevur gjørt í fleiri øðrum bólkadystum, og soleiðis hevur eingin av spælarunum ovtikið seg nú farið verður undir endaspælið, har hvør dystur skal vinnast, um liðið ikki skal sendast heim.

 

Venjarin var vitni til nógvar fløkjur. Nógvir tekniskir feilir og misnýttir møguleikar vóru, og sviar spældu seg lætt ígjøngum á miðuni. Fjónsku ókvæmisorðini fuku í luftini, og longu eftir 12 minuttir bað hann um fyrsta time-out.

 

Danmark spældi frá byrjan við sjey ímóti seks í álopinum, go tað fór at kosta eftir danskar villur. Eini tvær skoringar í tóma danska málið fingu sviar upp á 10-7.

 

##med3##

 

Í málinum fekk Kevin Møller ikki fatur á nógvum, og tá Andreas Palicka í svenska málinum fór at taka, kom Svøríki eisini fram um 16-10. Tá hevði Jacobsen júst sett Niklas Landin í málið.

 

At Mikkel Hansen brendi tvey tey fyrstu brotskøstini, tí Palicka bjargaði, vísti rættiliga vánaliga innsatsin hjá Danmark. Danska stjørnan hevði ikki nógv at bjóða.

 

Men okkara Jóhan á Plógv Hansen, sum skoraði fyrsta málið í dystinum, var síðani settur at skjóta brotskøstini, og hann fekk øll trý í kassan.

 

Danmark hampaði eitt sindur um úrslitið fyri hálvleik við 13-17.

 

##med2##

 

Tá Magnus Landin á høgra veingi skeyt trý mál á rað var ein donsk vón, men spæl hekk ikki saman, og sviar skiftust um at vera á odda við trimum og fýra málum.

 

Soleiðis gekk. Danmark var ongantíð í nærnámind av at fáa stig, men fekk bjargað sær undan stórtapi, sum kundi kostað oddasessin í bólkinum.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix