Johan Olevinus Frithiof Olsen, Rituvík

f. 3. januar 1943, d. 6. desember 2009

Frithiof er sonur til Karin (f. Tausen úr Runavík) og Magnus Anton Olsen úr Rituvík. Frithiof var triðji í røðini av einum systkinaflokki á tíggju.

Saman við systkjunum hevði Frithiof ein tryggan og góðan uppvøkstur hjá mammuni og pápanum í heimbydini, har hann eisini fekk sína 7 ára skúlagongd. Hann luttók í øllum vanligum arbeiði heima við hús, til hann sum blaðungur fór í skristovulæru í Havn á Føroya Fiskasølu, har hann eisini arbeiddi eftir lokna útbúgving. Seinni arbeiddi hann eisini hjá Hjalgrím Davdisen, el-innleggjara í Havn.

Ì fyrra helmingi av 1960-unum fór hann til skips. Hann var m. a. við Havborgini,Jógvan Norði og Nornagesti. Seinni í 1960-unum var hann og róði út í Grønlandi m. a. saman við beiggjunum, sum mannaðu seksæringin Karin. Hann róði út í Kangarsuk og á Kappanum.

Í 1969 fór Frithiof á bíbliuskúla í Noreg. Hetta var ein rík og gevandi tíð hjá honum. Har møtti hann eisini ungu argjagentuni – Magnhild.

Heimafturkomin arbeiddi hann stóran part av tíðini sum skrivstovumaður m. a. hjá Frants Petersen, el-innleggjara í Runavík, El-húsinum í Runavík, Brøður Petersen í Fuglafirði, Mekanik í Runavík og arbeiðarafelagnum Hæddini, sum eisini gjørdist hansara seinasta arbeiðspláss. Harafturat avgreiddi Frithiof árliga fleiri roknskapir og skattauppgerðir fyri smærri fyritøkur og einstaklingar. Frithiof vildi altíð gera sítt besta, so skrivstovuarbeiðið varð framt á fullgóðan hátt, og fyri hetta varð hann nógv virdur.

Frithiof hevði eisini góðan hug til sjógvin, og tí var tað heilt natúrligt hjá honum av og á at skifta til sjólívið í styttri ella longri tíðarskeið. Soleiðis royndi hann seg eisini sum línu- og trolmaður saman við beiggjunum umborð á Karini. -Altíð nærlagdur, kvikur og góður at samstarva við.

Tann 12. september í 1970 gingu Magnhild og Frithiof saman í hjúnalag og keyptu hús í Rituvík. Frithiof og Magnhild eiga 6 børn: Hans Arni, f. 1971 (búsitandi í Rituvík), Súsanna Maria f. 1972, (búsitandi í DK), Kári, f. 1974 (búsitandi í Rituvík), Birgir, f. 1975 (búsitandi á Skála), Jógvan, f. 1977 (búsitandi á Toftum), og Hanna, f. 1983 (búsitandi í Rituvík).

Frithiof var ein sera góður sonur, beiggi, maður, pápi, verpápi og abbi. Einki var óført, tá ið hann vildi gleða síni kæru. Minnist væl, hvussu vit yngru systkini kundu gleða okkum, tá ið Frithiof kom úr Havn, ella av skipi, tí tá fingu vit altíð okkurt gott frá honum. Hansara trúfesti til familjna sást ikki minst nú, tá ið abbabørnini komu. Arbeiðið sum skrivstovumaður gjørdi, at Frithiof kom at hava nógv samskifti við fólk, og ikki so sjáldan komu fólk á gátt í heiminum í Rituvík, har gestablídni og trúfesti var eitt eyðkenni. Vit eru mong, sum hava notið gott av hesum trúfesti og gestablidni í heiminum hjá Frithiof og Magnhild.

Aftanfyri hendan róliga, siðiliga og kærleiksfulla mann, abba og beiggja, lá ein klettaføst guðstrúgv, sum eisini bar Frithiof ta seinastu tíðina, hóast sjúkan plágaði hann av álvara. Frithiof var serliga góður við ávísar sangir og sálmar. Millum hesar vóru: ” Til himnaheimið man ferðin gá.....” og ”Upp alt, ið Harrin hevur gjørt.....” Í áleið 30 ár var Frithiof deknur, kirkjuráðslimur og kassameistari í Rituvíkar kirkju. Frithiof tók hesa uppgávu í størsta álvara og visti, at mong eisini virðismettu hansara trúfesti til kirkjuna.

Frithiof var nógv nívdur av sjúku seinastu tíðina, men hann hevði neyvan hugsað, at honum ikki undist at halda jól í nýggju snotiligu húsunum, sum hann og Magnhild hava bygt í Rituvík. Saknurin er stórur hjá okkum øllum, sum stóðu honum nær. Vit kunnu bara ugga okkum við nógvum góðum minnum um Frithiof, sum eisini var so trúfastur og kærleiksfullur, serliga tá ið okkara familja varð rakt av stórari sorg fyri 25 árum síðan.

Ærað verði minnið um Frithiof Olsen.
--------
Hans