Jóhanna Lava Køtlum er nýggj nevndarforkvinna í BankNordik

Sverre Bjerkeli er í dag farin frá sum nevndarformaður í BankNordik, men heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur

53 ára gamla Jóhanna Lava Køtlum er nú hægst á tindinum í BankNordik, sum í dag boðar frá, at hon er nýggj nevndarforkvinna

BankNordik hevur í dag valt nýggjan formann ella rættari forkvinnu, og bankin hevur eisini valt nýggjan næstformann.

 

Bankin skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

Sverre Bjerkeli er í dag farin frá sum nevndarformaður í BankNordik, men heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur. Nevndin hevur tískil skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu og Jógvani Jespersen sum næstformanni.


Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í P/F Fiskaaling, og Jógvan Jespersen er stjóri í Felagnum Nótaskip.


Nevndin í BankNordik er nú skipað soleiðis:

 

  • Jóhanna Lava Køtlum, forkvinna
  • Jógvan Jespersen, næstformaður
  • Sverre Bjerkeli, aðalfundarvaldur nevndarllimur
  • Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
  • Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
  • Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

 

 

 

Á heimasíðuni skrivar bankin soleiðis um Jóhonnu Lava Køtlum:

 

Fødd: 1968

 

Útbúgving

Master í tøkniligari umhvørvismeting frá universitetinum í Aalborg

Cand.scient í lívfrøði frá universitetinum í Aarhus

 

Starv

Stjóri í P/F Fiskaaling

 

53 ára gamla Jóhanna Lava Køtlum er nú hægst á tindinum í BankNordik, sum í dag boðar frá, at hon er nýggj nevndarforkvinna