? Vit teknaðu bilarnar í einar tríggjar vikur, og hava síðani arbeitt við bilunum sjálvum í einar 10 vikur. Og sjálvt um vit eru 1. árs lærlingar, so hava vit gjøgnumført arbeiðið, sigur Johannus á liði A.
Hann greiðir frá, at lærararnir hava verið fúsir at hjálpa, um tað hevur staðið á, men teir hava tó sagt so lítið sum gjørligt, fyri ikki at seta sín dám á bilarnar.
Johannus sigur, at lærlingarnir á liðunum báðum hava verið rættiliga ósamdir til tíðir, tá avgerðir, serliga um útsjóndina á bilinum, skuldu takast.
? Vit eru ikki ordiliga nøgdir, tí vit kundu væl havt gjørt nógv meiri við bilin, men vit høvdu eitt óhapp við motorinum, og tað seinkaði okkum nakað. Men man verður heldur ongantíð heilt liðugur við at gera ein slíkan bil, greiðir hann frá.
Spurdur, um teir hava royndarkoyrt bilin, og um teir vita hvør topppferðin er, svarar Johannus, at teir ikki royndarkoyrdu bilin fyrr enn náttina fyri, so teir vita faktiskt ikki.
? Vit arbeiddu uppá bilarnar í allan gjár og í alla nátt. Vit fóru ikki itl hús fyrr enn um 6.30 tíðina í morgun. So vit vita ikki ordiliga hvussu hann koyrir enn, staðfestir Johannus.
Lærlingarnir, sum hava verið við í arbeiðnum, siga, at hetta hevur verið ein sera lærurík uppgáva.
? Tað hevur verið langdrigið við hvørt, men tað hevur eisini verið stuttligt og spennandi, siga teir.