John Holm við sínum fyrsta staklagi

Hoyr “Hugsi bert um teg” her

Fríggjadagin gav hvalbingurin John Holm nýtt staklag út.

 

Lagið kallast “Hugsi bert um teg”, og hetta er fyrsta lagið hjá honum.

 

Talan er um ein sang, sum Jens Marni Hansen hevur skrivað bæði orð og lag til, og hann spælir eitt nú eisini guitar. Finnur Hansen spælir klaver, og Uni Debess hevur staðið fyri trummunum.

 

John Holm hevur seinastu árini spælt og sungið til ymisk tiltøk í fleiri sambondum, og nú er hann so klárur við sínum fyrsta staklagi.

 

Nýggja lagið er at finna á YouTube, og tú kanst hoyra tað her:

 

##med2##