Jólabygdin á Sandi verður tendrað í morgin

Á Sandi verður hugnaligt tiltak í morgin, har jólabygdin verður tendrað, og jólamenn fara at bjóða karamellur.

Jólabygdin á Sandi verður tendrað á Ljósafløtti í morgin, sunnudagin klokkan 17.

 

Jákup Reinert Hansen, prestur, fer at siga nøkur orð.

 

Her verður felagssangur, og børnini  í barnagarðinum fara eisini at syngja tveir sangir.

 

Jólamenn koma inn á økið og fara at bjóða karamellur.

 

Eftir tiltakið, har jólabygdin er tendrað, bjóðar Sands kommuna kakao, sunkist og bollar í hølunum hjá kommununi.

 

Anna Horn fer eisini at siga eina fitta jólasøgu.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomið til jólatiltakið, bæði nær og fjar, siga tey í Sands kommunu.