Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 10. desember klokkan 15.

Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

 

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.

 

Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá kl. 12 til 18, og kl. 16 syngur og spælir Danny Baldursson á vøkru pavilionini.

 

Handlarnir í Miðbýnum hava opið til kl. 18 og í SMS hava handlarnir opið til klokkan 20.

 

##med2##