Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað leygardagin

Vága kommuna: Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum, og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, jólamonnum og hugna.

Leygardagin 26. november fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Sandavági klokkan 15.00, klokkan 16.00 í Miðvági og klokkan 17.00 í Vatnsoyrum.

 

Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, prestur sigur nøkur orð, og Sørvágs Tónleikarafelag kemur at spæla nøkur jólaløg. Nakrir sangir verða lagdir á heimasíðuna hjá kommununi, so nakrir av sangunum verða sungnir sum felagssangur.

 

Til tendringina í Sandavági og Miðvági verður eitt barnakór, sum fer at syngja nakrar sangir.

 

Aftaná hvørt jólatræ er tendrað, koma jólamenn og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar. 

 

(Tekstur: Vága kommuna)