Jóna Rasmussen 30 ára starvsdag

Tann 1. mars skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.

 

Hetta skrivar torshavn.fo.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð um Jónu og um kvøldskúlan. 

- Í 30 ár hevur Jóna Rasmussen, listakvinna,  verið ein teirra, ið hevur lært frá sær og lagt fólki lag á. Og tað er ikki hissini listakvinna, ið lærir frá sær her á Tórshavnar Kvøldskúla. 

- Jóna hevur havt framsýningar í Føroyum síðani 1991, millum annað á Listasavninum, har hon eisini eigur listaverk, sum eru partur av føstu framsýningini hjá Listasavninum.

- Og tað er ikki bara í Føroyum, at Jóna hevur havt framsýningar, tí hon hevur eisini víst listaverk síni fram á sýningum uttanlands. Og í 2021 sniðgav Jóna kærleikskúluna hjá Dugna.

- So tað er ein viðurkend og dugnalig listakvinna, sum undirvísir næmingum á kvøldskúlanum, og tað haldi eg, at vit kunnu vera errin av. Eg kann leggja afturat, at Tórshavnar kommuna eigur fleiri listaverk hjá Jónu – bæði málningar og grafisk verk.

- Jóna, síðani 1994 hava næmingar á Tórshavnar kvøldskúla havt gleðini av tínum dugnasemi. Hesi árini hevur tú undirvíst í grafiskari list á kvøldskúlanum, tú hevur verið undangongukvinna á økinum. 

 

##med2##

##med3##

- Tú hevur eisini verið við í øllum broytingum á økinum. Tú hevur undirvíst í millum annað í Kongagøtu, í J.H.Schrøtersgøtu og nú í ListaGrafo í Finsen. Og eg má siga, at eg haldi, at umstøðurnar í Finsen er rættiliga góðar. 

##med4##

##med5##

- Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fari at takka tær fyri tað, ið tú hevur gjørt fyri næmingar á Kvøldskúlanum hesi 30 árini. Fari eisini at handa tær eitt silvurmerki frá Tórshavnar kommunu í samband við, at tú hevur arbeitt hjá kommununi í 30 ár.

##med6##

- Hjartaliga til lukku og takk fyri títt íkast hesi nógvu árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.