Jonas Dal: Vit og Bagge vóru ikki samd um tilgongdina

(FM1) Hoyr samrøðu við ítróttarstjóran hjá AB, Jonas Dal Andersen

##med2##

 

- Vit í AB eyðræna ikki nakran. Hetta slær ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen fast í samrøðu við Trónd Arge á FM1. Jonas Dal Andersen undirstrikar tó, at fíggjarliga má tað javnviga hjá AB tá talan er um tilgongdina av teimum útlendsku spælarunum.

 

Um uppsøgnina hjá høvuðsvenjaranum, Sámal Erik "Bagga" Hentze sigur Jonas Dal Andersen, at tey í AB og Bagge vóru ikki samd um tilgongdina at røkka málinum at røkka evropeiskum fótbólti um nøkur kappingarár. Bagge vildi hava ætlanina at ganga skjótari, og tíðarmálið skilti partarnar.

 

Jonas Dal Andersen undirstrikar, at tað verður ikki hann sum traðkar til sum høvuðsvenjari nú Bagge er farin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jonas Dal Andersen undan fjórðingsfinaluni móti HB í kappingini um løgmanssteypið. 

 

Samrøða: Jonas Dal Andersen

Samrøða: Jonas Dal Andersen