Jonas er venjari á Argjum

Umframt høvuðsvenjaran er hvørgir av teimum, sum higartil hava verið hjálparvenjarar hjá AB, á listanum í dag

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í grannauppgerðini í Gundadali, har B36 hevur vitjan av AB.

 

Týskvøldið segði Sámal Erik Hentze seg úr venjarastarvinum á Argjum.

 

Tá ið AB mikukvøldið tapti fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið 2-1 í Gundadali ímóti HB, vóru tað Jón Krosslá Poulsen og Rógvi N. Poulsen, sum høvdu ábyrgdina av liðnum. Teir høvdu báðir verið hjálparvenjarar hjá Sámal Erik Hentze.

 

Hvørgin av teimum báðum omanfyri nevndu er á listanum, nú AB fyrireikar seg at spæla ímóti B36.

 

Á listanum stendur Jonas Dal Andersen at vera venjari. Hann varð í fjør settur at vera ítróttarstjóri á Argjum, eftir at hann tíðliga á árinum í fjør varð sagdur úr starvinum sum venjari hjá HB.

 

Hjá B36 er tað merkisvert, at í kvøld er Uros Stojanov fremsti maður, meðan Brian Jakobsen er á beinkinum. Símun Sólheim, sum hevur verið gongverji í høgru seinastu ferðirnar, er í kvøld á beinkinum, og miðvallarin Eli Falvard Nielsen, sum eisini er liðformaður, er í kvøld á beinkinum frá dystarbyrjan.