Jónas toppskjútti í javnleiki móti oddaliðnum

FIF megnaði javnleik móti Ringsted á útivølli

Liðið hjá Jónasi G. Djurhuus og Leivi Mortensen, FIF spældi í kvøld á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti oddaliðnum, TMS Ringsted.

 

Ringsted var risafavorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað eydnaðist føroyingafelagnum á Frederiksberg at fáa ein flottan javnleik móti oddaliðnum.

 

Dysturin endaði við javnleiki 32-32. FIF legði seg á odda 32-31 tá 82 sekund vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist Ringsted at javna til 32-32. FIF var á odda 15-14 í steðginum.

 

Jónas gjørdist saman við Jens Kvist toppskjútti hjá FIF við seks málum.

 

Tað eina stigið munar hjá FIF, ið nú er fjórðaftast í deildini við 13 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur FIF móti Tønder á heimavølli.