Jósup røkir Kalsoyarleiðina og tyrlan Mykinesleiðina

Við tað at tekniskir trupulleikar eru við umstýringini umborð á Sam, verður Sam tikin úr sigling í tveir dagar, tann 27. og 28. september. Hesir dagar fer Jósup at røkja Kalsoyarleiðina, meðan Sam er á beding, skrivar ssl.fo.

 

Jósup tekur 70 ferðafólk og ongi akfør. Tó vera framvegis 30 pláss sett av til tey fastbúgvandi í Kalsoynni, soleiðis at tað eru 40 pláss tøk at bíleggja í plássbíleggingarskipanini. Jósup siglir eftir vanligu ferðaætlanini, ið er galdandi fyri leið 56.

 

Sam verður væntandi aftur í sigling fríggjadagin 29. septembur.

 

Broytingar eru á leið 36 tann 28. septembur, skrivar ssl.fo.

 

Orsaka av at Jósup verður tikin úr sigling á Mykinesleiðini hósdagin 28. septembur, verður tyrlan sett inn at røkja ferðasambandið til og frá Mykinesi. Flogið verður soleiðis:

 

Úr Vágum kl. 10:30

 

Úr Mykinesi kl. 10:41

 

Úr Vágum kl. 10.52.

 

Víst verður til plássbílegging við Atlantic. Prísur og treytir eru tær somu sum vanligt fyri, tá flogið verður við tyrluni.