Jú, jú, jú – Føroyar ERU partur av verðini! 

Globala stríðið millum fólkaræði og harðræði snýr seg eisini um okkum. Tað er í tí ljósinum, at radaramálið skal síggjast

Sjúrður Skaale

 

 

 

Kina hevur avtikið talufrælsið – og harvið fólkaræðið – í Hong Kong. Tað hendi í fjør. Fólkið í Hong Kong var frælst, men soleiðis er ikki longur. Vandi er fyri, at Taiwan stendur næst fyri á listanum hjá Kina. Inni í sjálvum Kina er forfylgingin av ávísum fólkum óhugnalig. 

 

Russland tók í 2014 Krim-hálvoynna frá Ukreina. Í hesi løtu standa yvir 100.000 russiskir soldatar klárir við markið til Ukreina. Tað er vandi fyri kríggi. Og hetta er altso í Europa. Í okkara heimsparti. 

 

Eisini baltisku londini og enntá norðurlond kenna seg hótt av Russlandi. Og tað er ikki av ongum. Søgurnar úr Georgia, Kekkenia, Hvítarussland og Ukreina eru ræðandi. 

 

Alt hetta vísir, at stendur demokratiski Vesturheimurin ikki saman, kunnu vit skjótt verða um ein háls. Ógvuliga fá lond kunnu verja seg sjálv. Og so als ikki Føroyar. Vit mugu standa saman. Og vit standa saman gjøgnum NATO. 

 

Tað er í hesum ljósinum, at radaramálið skal síggjast. Vit føroyingar kunnu ikki halda okkum uttanfyri tað globala stríðið millum diktatur og demokrati, tí tað er eitt stríð, sum í longdini eisini snýr seg um okkara frælsi og okkara rættindi. 

 

Tað verður spurt, hvat vit fáa afturfyri, um vit siga ja til ein møguliga radara. Well – vit fáa trygd afturfyri. Vit fáa frið afturfyri. 

 

Men tað eru fólk, sum mála eina heilt aðra mynd av málinum. M.a. varð sagt í Degi & Viku í kvøld, at geva vit loyvi til at ein radara, so “lata vit eitt annað land brúka okkum í einum hernaðarpolitiskum spæli”. Hvat fyri land, sipað verður til, er eingin ivi um. 

 

Ákærur um, at landsstýrið “krýpur fyri dønum” og útsagnir sum at nú snýr tað seg um at “trossa danir”, sum eisini eru at síggja í kvøld, benda týðuliga á, hvussu ætlanin er at brúka hetta málið. Og tað er bæði ábyrgdarleyst og óbúgvið. 

 

Hinvegin er eingin ivi um, at løgtingið eigur at taka ta yvirskipaðu, prinsipellu avgerðina um, hvørt radarin skal setast upp. Vónandi endar tað við tí. 

 

At føroyingar skulu hava fult innlit og eisini vera við til at reka radaran gangi eg út frá er partur av teimum treytum, sum Jenis av Rana hevur sett donsku stjórnini. 

 

Og ynskir Løgtingið, at Føroyar skulu gjalda fyri radaran og eiga hann, er tað neyvan nakar trupulleiki fyri sjálvt málið. Tað verður ein eyka byrða fyri føroyska skattgjaldaran, men tað er ein annar spurningur. Leikluturin hjá radaranum verður effinett tann sami, uttan mun til, hvør fíggjar hann. 

 

Øll mugu bara skilja, at hetta ikki snýr seg um, at nakar “útnyttar” nakran annan. Vit eru – Gud havi takk og lov – partur av Vesturheiminum og teirri hernaðarsamgongu, sum verjir Vesturheimin. Onnur lond rinda í dýrum dómum fyri hetta – vit rinda einki. 

 

Um vit nú vilja rinda, er neyvan nakar, ið hevur nakað ímóti tí. 

 

Men at ákæra okkara sameindu, sum verja okkum, fyri at vilja útnytta okkum, sømir seg ikki. 

 

Og at halda, at globala stríðið millum frælsi og ófrælsi – enntá inni í Europa – ikki viðkemur okkum, er at hava eitt rættiliga avmarkað útsýni.