Framleiðslan av Volvo ÖV4, byrjaði 14. apríl 1927. Fyrstu bilarnir komu til Danmarkar í 1930. Útflutningurin av Volvo bilum byrjaði av álvara eftir kríggið við PV444. Í 1956 kom Volvo Amazon, ið bleiv ein sera væl umtóktur og haldgóður bilur. Volvo 144, ið seinni blivu til 240 røðina, komu á marknaðin í 1966. Síðan komu 340 og 360, og teir størru 740 og 760 og 800 og 900 røðirnar.
"Jubilee Pack 75"
Í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið hava Volvo nøkur sera góð tilboð, har Volvo S40 og V40 eins og S60, V70 og S80 fáast við einum jubileumspakka sum teir nevna "Jubilee Pack 75". Til S/V40 umfatar tilboðið valmøguleikar ímillum stoff og stoff/leður inntrekk, ECC - automatiskt klimaanlegg, leðurrætt, fart pilot, informatiónsdisplay og originalar 16" sportsfelgur. Til S60,V70 og S80 er útgerðin m.a. leðurinntrekk, bakkspegl ið blendar automatiskt niður, nakkapúturnar aftan kunnu leggjast automatiskt niður og ECC - automatiskt klimaanlegg. Henda útgerð, ið eftir røttum skuldi kostað umleið 35.000 krónur, fæst sum "Jubilee Pack" fyri einans 7.500 krónur eyka.