Fótbólturin í Føroyum hevur seinnu árini havt eitt rættuliga stórt íslett av jugoslaviskum fótbólti. Árið í ár er einki undantak í so máta, og nú sær tað út til, at tveir jugoslavar afturat fara at blanda seg uppí.
Sum vit áður hava sagt, so hevur KÍ í eina tíð arbeitt við at fáa tveir jugoslaviskar spælarar at hjálpa sær, og nú er navn sett á teir. Annar teirra er málverji. Hann eitur Zoltan Kujundzic, og hann er 32 ára gamal. Hann hevur higartil spælt í Spartak Subotitca, sum er í bestu deildini í Jugoslavia.
Subotitca er næststørsti býurin í Jugoslavia, og felagið er tað sama, sum Tomislav Sivic áður hevur spælt fyri. Tá Tomislav Sivic var í Jugoslavia í vetrarfrí, hevði hann ábyrgd av venjingini í gamla felagnum hjá sær, og tá var tað, at tað var avrátt, at royndi málverjin skuldi koma til Føroya. Umframt at vera við í kappingini um plássið millum stólparnar á besta liðnum hjá KÍ er tað ætlanin, at málverjin skal luta burturav sínum royndum sum málverji við ungu málverjarnar í Klaksvík.
Hin spælarin eitur Milicevic Srecko. Hann er ein ógvuliga stórur álopsspælari, sum er 22 ára gamal. Felagið, sum hann higartil hevur spælt við, eitur Obilic Zmajevo. Tað er ikki heilt greitt, nær útlendingarnir koma til Klaksvíkar, men teir vóna har norðuri, at tað verður heilt skjótt.
Vit skilja á lagnum, at áhugin millum jugoslaviskar fótbóltsspælarar at sleppa aðra staðni at royna seg er ógvuliga stórur. Hetta kemst ikki minst av, at tað er stór búskaparlig kreppa í landinum, og at tað tískil loysir seg heilt væl at fara í vinnu aðra staðni, eisini sjálvt um talan ikki er um fótbólt og harvið lønir á hægsta vestureuropeiska støði.
Fleiri útlendingar
Sunnudagin spældi Tomislav Sivic fyri fyrstu ferð við KÍ. Hann var á vøllinum fyrsta tíman. Spælilioyvið hjá honum hevur higartil verið hjá B36, men nú er avtala gjørd millum feløgini, soleiðis at venjarin hjá KÍ eisini kann spæla við.
Á liðnum hjá KÍ eru umframt venjaran tveir aðrar útlendingar ? Marek og Pazek, sum báðir eru pólverjar. Reglurnar hjá FSF siga, at hámarkstalið á útlendingum á einum liði er fýra. Tað kunnu vera fleiri enn fýra útlendingar í einum felag, men í mesta lagið kunnu fýra vera inni á vøllinum í senn.
Hjá KÍ er tað kortini eingin trupulleiki, sjálvt um teir fara at hava fimm útlendingar í felagnum. Bæði Tomislav Sivic og Marek Wierzbicki hava búð í Føroyum í fleiri enn trý ár. Sambært kappingarreglunum grein 16 verður útlendskur spælari roknaður sum útlendingur, um hann ikki hevur føroyskan borgararætt, og um hann ikki hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini frammanundan at umsókn um loyvisbræv verður latin kappingarnevndini.
FSF hevur áður staðfest, at útlendingar, sum búgva í Føroyum størsta partin av árinum, tí teir spæla fótbólt her, eru at rokna sum fastbúgvandi í Føroyum, sjálvt um teir í vetrarsteðginum eru í heimlandinum, har fleiri teirra hava konu og børn.
jh