Julian Kragesteen fer at spæla hondbólt í Stavanger

Julian Kragesteen verður liðfelagi saman við Tróndi Mikkelsen

Julian Kragesteen og Tróndur Mikkelsen, ið báðir hava havt sín hondbóltsuppvøkstur í Neistanum vera partur av nýggja samanlagda hondbóltsliðnum, Ryger Håndball. Tað eru Viking og SIF í Stavanger, ið hava lagt saman og nevna seg nú Ryger Håndball.

 

Ryger Håndball spælir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Julian Kragesteen spældi farna kappingarár í triðbestu týsku hondbóltsdeildini við liðnum, Habenhausen. Julian fer nú at lesa búskaparfrøði í Stavanger, og hann hevur valt at spæla við Ryger Håndball í tí sambandinum.

 

Heimasíðan hjá Ryger Håndball heldur, at Julian er ein sera sterkur verjuspælari, ið er til reiðar at venja hart.

 

- Eg gjørdist ógvuliga hugtikin av felagnum, ið eg havi fylgt væl. Eg havi hoyrt um stóru framtíðar ætlanirnar hjá felagnum. Eg haldi eg kann hjálpa felagnum víðari á leiðini, og samstundis menna meg sum hondbóltsspælara. Eg síggi fram til at byrja í felagnum, og eg gleði meg til at uppliva meira av Stavanger, sigur Julian við heimasíðuna hjá Ryger Håndball. 

 

Áðrenn Viking legði saman við SIF og bleiv til Ryger Håndball vóru Helgi H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus partur av liðnum. Helgi fer at spæla við Kristiansand í bestu norsku deildini saman við Paula Mittún. Jónas fer at spæla hondbólt í Keypmannahavn.