Julian og Habenhausen hava fullan pott aftaná trý umfør

Julian J. Kragesteen er komin væl frá trimum teimum fyrstu dystunum í triðbestu týsku hondbóltsdeildini

"Triðbesta deildin" ljóðar ikki altíð av nógvum, men tá tað er talan um triðbestu deildina í landinum har heimsins besta hondbóltsliga hevur heima, týska bundesligan er triðbesta deildin eitt ógvuliga gott støðið.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í ATSV Habenhausen hava fingið eina góða byrjan uppá kappingina í triðbestu deildini, har teir í Habenhausen hava fingið tríggjar sigrar í trimum teimum fyrstu dystunum.

 

Í vikuskiftinum vann Habenhausen tepran 28-27 heimasigur á Wilhelmshavener HV. Tað stóð á gomlum nøglum í seinna hálvleiki, tí í steðginum var Habenhausen á odda 16-10. Julian skoraði seks mál í dystinum, og hann fær eisini góð skoðsmál fyri verjuspæli hjá sær.

 

11. september vann Habenhausen 28-26 (14-13) á TSG Bielefeld á heimavølli. Tað eydnaðist eisini Juliani at skora seks mál í hesum dystinum.

 

Í tí fyrsta dystinum á útivølli móti Lippe 5. september vann Habenhausen 34-31 (17-14). Í hesum dystinum skoraði Julian tvey mál.

 

Julian hevur sostatt skotið 14 mál í trimum teimum fyrstu ligadystunum, og Habenhausen liggur í oddinum í bólki B í triðbestu týsku hondbóltsdeildini við fullum stigatali.

 

Komandi sunnudag tekur Habenhausen móti Ahlener SG á heimavølli.