Julian toppskjútti tá Habenhausen vann á útivølli

ATSV Habenhausen hevur vunnið fýra av fimm teimum fyrstu dystunum í triðbestu týsku hondbóltsdeildini

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í ATSV Habenhausen hava nú spælt fimm dystir í triðbestu týsku hondbóltsdeildini, og staðfestast má, at tað hevur gingið gjøgnumgangandi væl.

 

Habenhausen hevur vunnið fýra av fimm dystum og hevur átta stig í bólki B í triðbestu týsku hondbóltsdeildini. Liðini í oddinum hava 10 stig, men tey hava spælt ein dyst fleiri enn Habenhausen.

 

Ígjár spældu Julian og Habenhausen á útivølli móti Cloppenburg. Habenhausen vann dystin 35-31. Í steðginum var Habenhausen á odda 15-13.

 

Tað gekk sera væl hjá Juliani sum saman við Lukas Feller gjørdist toppskjútti hjá Habenhausen. Báðir skutu sjey mál.

 

Komandi sunnudag spælir Habenhausen heimadyst móti Spengen.