Juventus enn góð kort í hondini

Samanbresturin millum Liverpool og Juventus gjørdist bæði undirhaldandi og spennandi. Tað er tó framvegis Juventus, ið er favorittur undan seinna dystinum. Í hinari fjórðingsfinaluni eydnaðist PSV Eindhoven at fáa ein kærkomnan 1-1 javnleik á útivølli ímóti Lyon

Dysturin millum Liverpool og Juventus á Anfield Road varð spældur í skugganum av tí ræðuligu tragediu, ið leikvøllurin Heysel var karmur um fyri júst tjúgu árum síðani. 39 fólk lótu lív í einari av ræðuligastu fótbóltsvanlukkum nakrantíð.
Tey 39 vóru fyri tað mesta italsk viðhaldsfólk, og revsingin frá UEFA var, at ensk feløg ikki sluppu at luttaka í evropeiskum kappingum í fimm ár. Liverpool fekk trý ár løgd afturat tí revsingini.
Nú møttust júst hesi bæði liðini aftur fyri fyrstu ferð síðan vanlukkuna í 1985. Hetta merkti eisini upptaktina til dystin. Nógv varð gjørt burturúr at minnast tey, ið lótu lív í vanlukkuni, og serliga Liverpool hevur tikið stig til ymisk tiltøk í sambandi við Heysel-vanlukkuna.

Liverpool legði hart út
Men tá dysturin varð bríkslaður í gongd, var tað hesin dysturin, ið var í miðdeplinum. Tá bert tjúgufimm minuttir vóru leiktir, hevði Liverpool sera óvæntað skorað tvey mál.
Fyrst stóð Hyypia á rætta staðnum við handaru stong eftir hornaspark og hamraði bóltin í kassan. Síðani sendi Garcia eitt sera vakurt bananskot í netið, so tað sang í meskunum.
Liverpool legði út sum eitt óløgi, og tað sást á øllum brøgdum, at Juventus leikararnir vórðu tiknir á bóli fyrsta hálva tíman.
Liverpool spældi við fullari ferð oman ímóti málinum hjá Buffon, og Juventus hevði ilt við at fóta sær. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki vísti Juventus tó, at teir sanniliga eisini kunnu bíta frá sær.
Fyrst sendi sviin Zlatan Ibrahimovic eitt skot á stongina, og síðani mátti ungi málverjin Scott Carson toyggja seg í hvørjari lykkju fyri at bjarga skoti frá Del Piero, ið var púra leysur. Sami Del Piero fekk eisini bóltin í meskarnar, men hann var av órøttum veitraður at vera rangstaddur.
Juventus hevði undan hesum dystinum bert fingið tvey mál ímóti sær í teimum átta undanfarnu dystunum. Nú vóru brádliga tvey mál skotin ímóti Juventus, og tað mundi koma óvart á tey flestu.

Juventus fekk útimálið
Í slíkum finalum er tað ofta altavgerandi at fáa eitt mál á útivølli. Og tað var júst tað, ið Juventus megnaði.
Eftir steðgin hevði Juventus initiativið, og tað var italska liðið, ið setti dagsskránna. Capello royndi seg eisini við tí somu útskiftingini, ið hann framdi ímóti Real Madrid í undanfarna umfari, tá hann setti Trezeguet inn fyri Del Piero.
Tá seinni hálvleikur varð hálvrunnin eydnaðist tað Juventus at fáa málið, ið teir høvdu dyrgt eftir. Zambrotta legði innfyri til verjuleikaran Cannavaro, ið hevði leitað sær fram í brotsteigin. Hann setti høvdið á bóltin, og málverjin Carson fekk ikki hildið bóltinum. Málið verður Carson, ið bert hevði spælt tveir vaksnamannadystir undan hesum, noyddur at taka á sín kappa.
Eingin ivi var um, at tað var uppiborið, at útiliðið fekk tað eina málið. Teir høvdu skapt fleiri vandamiklar møguleikar og enntá fingið eitt mál kolldømt, sum skuldi verið góðkent.
Í seinna hálvleiki vísti Juventus sínar dygdir. Pavel Nedved, ið altíð er vandamikil, kom meira við í dystin, og gav verjuni mikið høvuðbrýggj.
Móti endanum dovnaði dysturin nakað, og bæði liðini hugsaðu mest um at tryggja núverandi støðu heldur enn at satsa alt ov nógv frameftir.

Liverpool tók seg aftur
Liverpool var bert ein skuggi av tí, teir vístu fyri steðgin. Hetta var møguliga ætlanin hjá Benitez, ásannandi at tað er ómøguligt at spæla við somu ferð allan dystin.
Hetta var eisini eitt skert lið, ið Benitez sendi á vøllin. Bæði Hamann og Alonso sita uttanfyri við skaða, og hann mátti nýta Carson, ið vanliga er triðja val, í málinum. Harumframt er Cissé langtíðarskaddur og Pellegrino og Morientes hava ikki loyvi at umboða Liverpool í Champions League.
Eingin ivi er um, at Juventus verður mett at vera greiður favorittur at spæla seg í hálvfinaluna, og Liverpool skal veruliga standa sína roynd, tá teir møta Juventus á Stadio Delle Alpi um eina viku. Men útgangsstøði er, at Juventus skal fram at skora. Hetta kann møguliga geva einum leikara Baros gott pláss í kontraspælinum.

PSV væl fyri
Hin fjórðingsfinalan týskvøldið vakti ikki eins stóran ans sum dysturin millum Liverpool og Juventus. Hon var ímillum Lyon og PSV Eindhoven.
Dysturin endaði 1-1, og tað munnu teir í PSV vera fegnast um. Tað var Lyon, ið legði seg framum, tá bert tólv minuttir vóru farnir. Tað var Florent Malouda, ið skoraði málið fyri heimaliðið.
Tað var eisini Lyon, ið stýrdi dystinum, og kundi lættliga lagt seg framum við tveimum málum, men tað var stolpe-ud heldur enn stolpe-ind hjá Lyon.
Ístaðin fekk PSV útjavnandi málið, ið eisini er eitt kærkomið útimál hjá hollendska liðnum. Tað var garvaði miðvallarin Philip Cocu, ið stóð fyri tí.
Lyon skal tí skora í útidystinum ímóti PSV, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari.

Champions League, 1. fjórðingsfinala:

Liverpool - Juventus 2-1 (2-0)
1-0: Sami Hyypia (12)
2-0: Luiz Garcia (25)
2-1: Fabio Cannavaro (64)

Lyon - PSV Eindhoven 1-1 (1-0)
1-0: Florent Malouda (12)
1-1: Philip Cocu (79)