KÍ er aftur á toppinum

KÍ kvinnurnar vunnu í kvøld 6-0 á heimavølli ímóti B36

Tað tók eina góða løtu at fáa hol á, og eftir fyrra hálvleik var støðan 2-0. Ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði, og so vann KÍ útsetta heimadystin ímóti B36 6-0.

Evy á Lakjuni var tvífaldur málskjútti, og hini málini skoraðu Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús og Liljan Jacobsen. Eitt av málunum var sjálvmál.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at KÍ aftur er ovast. Fleirfaldaðu meistararnir hava 49 stig, og EBS/Skála hevur 48 stig. Málmunurin hjá KÍ er +84, og hjá EBS/Skála er hann +62.

 

Næstsíðsta umfari verður sunnudagin: KÍ-HB, ÍF/Víkingur-EBS/Skála og B68-B36.

Punktum verður sett í kvinnukappingini annan leygardag – sjeynda oktober. Tá sær skráin soleiðis út: EBS/Skála-KÍ, HB-B68 og B36-ÍF/Víkingur.

 

KÍ-B36 6-0 (2-0)

1-0: Evy á Lakjuni 28.

2-0: Sigrid Jacobsen 38.

3-0: Evy á Lakjuni 65.

4-0: sjálvmál 66.

5-0: Sofía Purkhús 83.

6-0: Liljan Jacobsen 92.