KÍF fekk týdningarmikið stig

KÍF vann sær eitt týdningarmikið stig í stríðnum móti niðurflyting, tá dysturin móti H71 í Vestmanna endaði við javnleiki. Kollfirðingar munnu tó iðra seg eitt sindur, tí teir vóru frammanfyri størsta partin av dystinum. Tó kundi H71 eisini avgjørt til egnan fyri móti endanum

Hóskvøldið møttust KÍF og H71 í høllini í Vestmanna. H71 mundi vera favorittur frammanundan dystinum, men teir fingu harða mótstøðu frá kollfirðingum.
Fyrra helming av fyrra hálvleiki hevði KÍF greiða yvirvág. Heimaliðið førdi við fimm málum, og tá H71 tók eitt leikbrá (time out). Hetta hjálpti nakað uppá støðuna, og H71 megnaði at minka um munin. Tá farið varð til hálvleik, vóru trý mál á muni.
Í seinna hálvleiki fylgdust liðini ómetaliga væl, og spenningurin var allatíðina í hæddini. Tað var tó KÍF, sum fyri tað mesta var frammanfyri, og teir megnaði at halda munin heilt til endan.
Seinastu minuttirnar tók H71 sær um reiggj og fór nú framum heimaliðið. KÍF svaraði tó aftur, og Petur Martin Poulsen fekk útjavnandi málið.

Dysturin í tølum
KÍF ? H71 32-32 (17-14)
KÍF: Eddie Joensen 9, Jákup Dam 6(5), Durica Tomic 5(1), Iljan Topic 5, Petur Martin Poulsen 4, Kristian Madsen 1, Regin Petersen 1, Finn Heri Johannesen
H71: Finnur Hansson 8(1), Bjarni Wardum 7, Halgir Dahl-Olesen 7, Kristian Petursson 5, Olaf Vestergaard 4, Hans J. Jacobsen 1
Brotskøst: KÍF 7, H71 1
Útvísingar: KÍF 4, H71 5
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum