KÍF kann fara avstað

Nú avbjóðararnir hava havt sera svingandi avrik í síðstuni, kann KÍF gera sær dælt av støðuni og stinga av á stigatalvuni, eydnast at vinna á H71

Fult umfar er í bæði Sunset-kapp­ingini hjá kvinnum og Atlantic Airways-kappingini hjá monnum, sum merkir, at tríggir dystir eru í hvørjari kapping um vikuskiftið. Liðini eru í báðum deildum sjey í tali, og hesa ferð hava Tjaldur hjá kvinn­um og Team Klaksvík hjá monnum frí.
Í kappingini hjá kvinnunum eru helst flestu eygu vend ímóti dyst­inum í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti VB, tí tað eru altso hesi bæði liðini, ið fyrst og fremst kappast um at sleppa at spæla FM-finalu ímóti Neistanum, ið sær út til at vera í flokki fyri seg.
Stjørnan hevur undan dystinum tvey stig fleiri enn VB, og kann tí við sigri fara frá kappingarneytanum, ið hinvegin við sigri kann javna á stigatalvuni.
Hjá monnum eru í øllum førum tveir av trimum dystum áhugaverdir, hóast tað kanska er upp á hvør sín máta. Kollfirðingar skulu á úti­vølli spæla ímóti hoyvíkingum, men KÍF, sum frammanundan er fýra stig fremst, kann við sigri økja um oddastøðuna og rættiliga fara frá hinum. Hinvegin kann VÍF við útisigri á Kyndli fylgja við koll­firð­ingum.
So er tann stóri spurningurin ann­ars, um Neistin fylgir við nøkr­um sum helst. Eftir tveir ósigrar á rað skulu greipuvinnararnir royna seg ímóti StÍF, sum er næstniðast á stiga­talvuni, men bara er nøkur mál aftan fyri teir bláu á stigatalvuni.