Seint seinnapartin ígjár varð aganevndin hjá UEFA liðug at viðgera spurningin, hvat mótstøðuliðið hjá Young Boys skal vera mikukvøldið.
Klokkan knapt fimm fekk KÍ boðini um, at klaksvíkingar framvegis luttaka í europeisku meistarakappingini. Tá vóru spælararnir farnir til hús. Klokkan átta vóru teir aftur í felagshølunum og klokkan 8.30 fóru teir úr Klaksvík og vestur á flogvøllin. Flogfarið lættir klokkan 11, verður upplýst úr KÍ leguni.
Talan er um norskt leiguflogfar, sum tekur 40 fólk. Flogið verður beinleiðis suður til Bern, har Young Boys eigur heimavøll. Tað tekur umleið tríggjar tímar at flúgva henda teinin. At talan er um lítið flogfar kemst av, at flogvøllurin í Bern er stuttur.
Ofta hava tað verið nógvir áskoðarar í fylginum, tá ið KÍ hevur luttikið í Europa. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Tað eru 20 spælarar og ellivu onnur – venjarar, lækni, fyrsioterapeutur, liðleiðarar og tveir ferðaleiðarar.
Í kvøld fer KÍ at venja á vøllinum, har dysturin verður mikukvøldið klokkan 19.15 føroyska tíð.
Í gjár vóru 116 ár síðani, at KÍ varð stovnað, og í dag eru tað 103 ár síðani, at John Reid Bjartalíð, sáli, varð føddur. Hann er tann, sum longri enn nakar annar hevur verið formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag.