TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Kára Nielsen, sum saman við Inga Olsen er venjari hjá føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti, sum í gjár tapti 12-23 ímóti Sveis í EM-undankappingini, sum hevur verið í Sveis farnu dagarnar.
Í fyrradagin taptu Føroyar tepurt 17-21 ímóti Makedonia, og fríggjadagin spældi føroyska liðið javnleik 25-25 ímóti Montenegro. Føroyska liðið endaði á einum triðja plássi. Sveis og Makedonia fara víðari til EM-endaspælið, sum verður í Danmark seinni í ár.
Kári Nielsen er samanumtikið nøgdur við EM-undankappingina, har føroyska liðið í tí stóra og heila stóð seg rættulig væl. Kári Nielsen heldur talan verða um stóran framburð mett í mun til undankappingar undanfarnu árini, har talan hevur verið um risatap.
Um sína framtíð, sum landsliðsvenjari sigur Kári Nielsen, at hann er til reiðar at taka eitt nýtt tørn, um boð eru eftir honum.