UMMÆLI
28. apríl hevði Mpiri konsert í Rundatorni. Útisetar í kórhýri settu dám á løtuna ovast uppi í hesum sjaldsama bygningi. Skráin var sett saman soleiðis, at hon hevði ein spegilsás, ið deildi skránna so speglingarnar vóru smidligar vallingar á spegils-blankum vatni. Kórsangararnir vóru í búna, sum Anna Mortensen og Dania Danielsen høvdu skapað. Meginparturin av evninum í plagginum var føroysk ull. Her var skap í orðum, tónleiki og yndisligum plaggi. Soleiðis skal tað vera.
Sunnleif Rasmussen leiddi kórið. Sunnleif roynist væl sum kórleiðari. Hann aldi fram væl av høviskum ljóði úr teimum ungu røddunum í hesum runda umhvørvi ovast uppi. Sagt er um Pætur tann Stóra (1672-1725), tá ið hann var og vitjaði í Danmark, fór hann við hestavogni upp í Rundatorn. Vit, sum lurtaðu, komu tenjandi niðan brekkuna og funnu okkum ein góðan sess og lótu Pjotr 1. vera tað, hann var (hann var ikki av Guðs bestu børnum) og lurtaðu til hetta væla kór, sum tú tókst til tín og var eitt sindur errin av, tí hetta vóru føroysk ungfólk, útisetar, ið lættu ljóðið av. Sera dugnalig ung fólk, sum nomu við listaliga træðrir í sanginum. Í livandi tónleiki fellur altíð okkurt av. Onkuntíð kundi tú hugsað tær, at røddirnar vóru eitt sindur skúlaðar, men hetta var bara ein fjøður í hattin, at onkur hoyrdist burtur úr á síni kórferð hetta kvøldið.
Eg má taka til Trónd Bogason við sínum snildisliga máta at lata kallmannaljóðið í sínum skapandi tónleiki fara um musisku teigarnar í turkiløgum, sum stóðu steyrrøtt, á skák, tyngd av nýslignum grasi, men eisini við angandi hoyggi, sum stóð í næsarnar, tá ið tónleikur hansara í kyldum nam við tey turru stráini. Ein ungur tónlistamaður við hugflogi, sum fer at menna føroyskan kórsang og tónleik. Ja, hann hevur longu gjørt vart við seg.
Spegilsmyndin í skránni var snildisliga sett saman av forvitnisligum skaldakynstri og musikalskum ljóði. Ungmannakæti í skapandi líki speglaði sær í ekspressivum líki í tónleikinum, men eisini álvarsemi stóð á breddanum hetta kvøld t. d. Vem är du ? Vagn Holmboe/Pär Lagerkvist og Nun lob mein Seel ? Kári Bæk, trad. danskur og týskur tekstur.
Speglingin í hesum løgum lá væl síð um síð, hvíldu har sum Kvívík liggur. Kári er hóvsamur í síni gongd sum tónaskald. Í tónleikalitkornum hansara eru ljómur av nútíðardámi at hóma, men klassisman eigur løturnar í tónleikamálinum og ger, at ikki er so fremmant fyri vanliga oyrað at syngja løgini hjá honum. Tað rennur ein dámur av reinleika, føroyskum og norðurlendskum ljóði bæði aldrandi og internýljómi úr hond hansara, og tað er sára gott.
Tað var nógv at tríva í. Teimum, tú nýtir gott av, skalt tú rósa. Ung fólk við so nógvum í sær skalt tú geva eitt heraklapp. Aspest hjá Boga Nielsen v. fl. við lagi og kórsatsi hjá Tróndi, fekk greinskrivaran at undrast, síggja hvussu samljóðið í tónleikalistini fara sprelskt avstað í rørslum, ljóðið hjá fólkum, sum eiga so nógv í sær, at tað má út. Eitt sera skemtiligt stykki, har ein ostinatur róði í føroyskum ? samiskum ? og skrælingaljóði, har sangararnir trinu dansin, gloppaðu gluggan við rapsangi av Trónda Bogasyni og Jensinu Olsen í ikoniskum lagi. Eitt sera hugtakandi postludium og fyrimyndarliga borið fram? ja, latið í aspest.
Tað regnaði hetta kvøld. Tú hoyrdi røddina hjá Dánial Hoydal, sum í satsinum hjá Kára sang: Lover nu Herren? Lover nu Herren,? meðan fólk sum skuggar fóru sínar lógligu leiðir? og alt var so sera gott ? eisini røddin hjá hesum unga havnardreinginum, sum var millum droparnar, myrkrinum, gatuljósinum og í tíni egnu sál.
Hetta var føroyskt.