Kári á Rógvi lagt frá sær

Kári á Rógvi hev­ur nú ein for­mans­post minni í Sjálv­stýr­is­flokk­i­num. Tí á að­al­fundi hjá Streym­oy­ar Sjálv­stýr­is­fel­ag mik­u­dagin 14. sep­temb­er bar hann seg undan afturvali.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag sigur í tíð­ind­a­skrivi, at við á fundi­num vóru sum eyg­leið­ar­ar Jan A. Jo­en­sen, Krist­ina T. Lar­sen og Rúna Siv­ert­sen fyri Norð­oy­ar og Eyst­ur­oy­ar Sjál­v­stýr­is­felag.
Kári á Rógvi, Kári Petersen og Sigr­un Mohr boð­aðu frá, at tey ikki tóku við aft­ur­vali. Karl A. Olsen og Mich­ael Feld­balle stillaðu uppaftur.
Men í nevndina vórðu vald Jónas Johns­son, Krist­i­anna W. Poulsen og Teit­ur Vág­a­dal. Til­taks­lim­ir eru Heð­in Samu­el­sen og Heðin D. Poulsen.
– Streym­oy­ar Sjálv­stýr­is­fel­ag takk­ar frá­farna for­mann­i­num, Kári á Rógvi og nevn­d­ar­lim­um fyri ar­beiði í nevnd­ini, sigur felagið.
Nýggja nevndini skip­ar seg á næsta nevnd­­ar­­fundi, ið verð­ur mán­­­a­dag­­in ­kom­andi.