Kórstevnan 2002 í Vágum á hvítusunnu

Á aðalfundi Kórsambands Føroya í heyst váttaðu umboð fyri Vágakórið, at tey vildu átaka sær at skipa fyri Kórstevnu 2002, og tey mæltu til, at hon varð hildin á hvítusunnu, soleiðis sum hon upprunaliga altíð varð tað, tó so at hon endar hvítusunnudag.

KÓRSTEVNA

Hesari innbjóðing tók fundurin fegin ímóti, og boðini hava so verið borin út til limakórini.
Umráðandi fyri, at stevnan skal eydnast væl, er tað, at funnið verður fram til væl egnaðan høvuðskórleiðara. Í hesum hevur kórsambandið nú verið so heppið at at fá samband við Ragnar Rasmussen, professara í kórleiðslu á tónleikaháskúlanum í Tromsø. Hann hevur verið upp á tal sum kórstevnuleiðari her áður. Tað var Per Oddvar Hildre, sum kórsangarar minnast væl frá kórstevnum í Vági og í Havn, ið fram um aðrar mælti til at heita á Ragnar. Fegin vildi hann koma, men fekk tá ikki fríloyvi frá tónleikastovninum, har hann starvaðist.

Ragnar Rasmussen ein úrmælingur millum kórleiðarar.
Á norðurlensku kórstevnuni NORDKLANG í Tróndheimi seinasta summar hittu sangarar hiðani Ragnar Rasmussen og upplivdu hann sum ivaleyst tann mest hugtakandi av øllum teim úrmæltu kórleiðarum úr ymsu norðurlondunum, sum høvdu sín virkna lut í stevnuni. Ikki lá fyri at gera avtalu við hann tá um at koma higar, men beint nú herfyri lagaði tað seg betur.

Ragnar Rasmussen er 35 ára gamal og hevur longu ment seg til at vera ein hin fremsti millum kórleiðarar í Noregi. Í 1997 varð hann kosin at umboða Noreg á stóru norðurlendsku-baltisku kórstevnuni á Gotlandi, har hann stjórnaði 5.000 sangarum, í 1998 fekk hann ?The Best Conductor Prize? í ?Concorso Corale Internatzionale? í Italia, har hann kappaðist ímóti 80 kórleiðarum úr 20 londum, og nú í oktober í fjør vann hann fyrsta prísin í framkomnastu deild í ?International Competition for Coral Conductors? í Bologna.

Uttanlands hevur R. Rasmussen annars havt kóruppgávur í londum sum Týsklandi, Italia, Spania, Russlandi, Tjekkoslovakia, Svøríki, Estlandi og Íslandi.

Fjøllbroytt og spennandi arbeiðslag.
Í Norra hevur Ragnar R. virkað sum kórleiðari og lærari í býum sum Trondheim, Stavanger og Oslo, har hann m.a. stjórnaði Oslo Filharmonisk Kor. Umframt sítt professorat tekur hann sær nú av fleiri kórum í Tromsø og økinum uttanum, eisini í samstarvi yvir landamark á norðurkollinum heilt yvir til Russlands. Í føstum starvi eisini hjá norðurnorska symfoniorkestrinum framførir Ragnar á hvørjum ári tvey størri kórverk, sum tá eisini verða send beinleiðis í sjónvarpi, men Ragnar Rasmussen hevur líka stóran áhuga fyri tí fólksliga.

Á kórstevnuni nú á hvítusunnu í Vágum ætlar Ragnar at arbeiða við einari líknandi skrá sum hana, vit upplivdu á stevnuni í Tróndheimi í fjør, har hann við støði í tí fólkamusikalska arbeiðir rættiliga impovisatoriskt eftir teim umstøðum, sum eru til luttakarar og høli. Hann vil fegin hava sín góða samstarvsfelaga tann kenda tónasmiðin og tónlistasmannin Henning Sommero við sær, so teir báðir í sínum arbeiðshátti kunnu skiftast ?at hava orðið? við klaverið og framman fyri fólkið.

Skal kórstevnuhaldid detta niðurfyri vegna væntandi undirtøku?
Men slíkt spennandi tiltak letur seg bert seta í verk, um kórsangarar veruliga vísa ársstevnuni áhuga og tekna seg til luttøku. Næstseinasta kórstevnan, Kórstevna 2000 í Havn, sum við so spennandi verki sum ?Sacred Consert? hjá Duke Ellington á skránni, skipað fyri kór og stórband av kórleiðaranum John Høybye, gjørdist ein tann besta, sum verið hevur, var um reppið at verða avlýst, tí so trekliga gekst við tilmeldingum. Stevnan seinasta ár, sum skuldi verða í Vestmanna, varð av ongum vegna verkfall. Tað stóð tí vestmenningum í boði at hava stevnuna har í ár; men teir tóku ikki av, tí eftir stórt og dygdargott fyrireikingararbeiði í fjør vóru tey í teirri støðu, at lítil áhugi tóktist vera at koma á stevnuna. Fyri ikki at koma í slíka støðu, settu tey í Vágakórinum í ár tilmeldingarfreistina so tíðliga sum til 8. apríl. Freistin er nú longd til mánadagin 15. apríl, og hava tá ikki í minsta lagi 100 sangarar teknað seg, verður hon avlýst, og so má hetta 35-ára tíðarskeið við festligari felagskórstevnu í Føroyum á hvørjum ári metast at verða komið at enda.

Kórleysir sangarar eru líka vælkomnir á kórstevnuna.
Tað vil so vera, at tað er serliga hugaligt at fara á kórstevnu, um fleiri eru í felag, sum syngja saman í tí dagliga, og tá helst so at kór teirra er mannað til egna framførslu á stevnuni. Men aðalendamálið við hesum kórstevnuhaldi er, at sangarar helst úr øllum landinum koma saman til felags kórsang, um tey so annars eru í kóri ella ikki. Tí stendur tað øllum í boði at koma við eisini á kórstevnuna í Vágum í ár. Luttøkugjaldið er 400 kr., og tá býrt tú á skúlanum. Tey, sum heldur vilja búgva á vallaraheimi, rinda 100 kr. aftrat, og veitslan kostar 150 kr. Gjaldið er at flyta inn á konto í Føroya Banka nr. 6460-1640161. Tilmeldingin fer annars fram gjøgnum teldu til majoh@post.olivant.fo ella við at ringja til Mads Johannesen, tlf. 33 33 87.