Klaksvíkingar vóru einki serliga væl mannaðir, tá teir leygardagin fóru til Suðuroyar. Fleiri av føstu monnunum vóru ikki við, og onkrir, sum vóru við, hava vant millum lítið og einki.
Men alíkavæl eydnaðist tað at vinna ein tættan dyst. Umstøðurnar vóru so mikið vánaligar, at tað hevði neyvan verið spælt, um tað vóru tvey lið norðanfjørðs ella sunnanfjørðs, sum møttust.
KÍ liðið líktist á fleiri plássum sær sjálvum frá í fjør, men onkrar broytingar vóru, t.d. var Olgar Danielsen aftur við síðuna av Kurt Mørkøre í álopinum, og á miðvøllinum var Finn Baldvinsson saman við Rógva Jacobsen og Marek. Í verjuni vóru Niclas Niclassen og Pól Juul Vilhelmsen frammanfyri Jan Andreassen, og í borðunum vóru Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni. John Hansen er framvegis skaddur.
Fáir møguleikar
Klaksvíkingar høvdu nógva vindin undan í 1. hálvleiki, og tá áttu teir mesta trýstið. Men teir megnaðu ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Tó brendur teir onkran upplagdan.
Í 2. hálvleiki var heimaliðið klárt omaná. Heldur ikki teir spældu seg til nógvar møguleikar, men teir høvdu onkran so stóran møguleika, at Gunnar á Steig í KÍ málinum átti ikki havt bjargað.
Olgar Danielsen legði KÍ framum. Vindurin spældi TB verjuni eitt puss, og so var Olgar fyrstur á og stútaði. Harley Bertholdsen økti til 2-0, tá hann skrúvaði hornaspark úr vinstru og beinleiðis í málið.
Í sekundunum undan steðginum minkaði Dan Mortensen um munin, tá hann sneiddi ein av og lyfti upp um KÍ málverjan, sum kendi seg noyddan at leypa út úr málinum.
Føroyskt lið
Hjá TB vóru bara føroyskir spælarar ? tað er sjálvsamt nú á døgum! Onkrir nýggir spælarar vóru við. Eitt nú Jens Rói Sørensen, sum saman við Andrass Nolsøe var miðverji frammanfyri Magna Hentze í málinum og Óla Johannesen á aftasta manni. Teitur Rasmussen og Tórður Mortensen vóru vongverjar, og á miðvøllinum vóru Gullok, Jón Tórður Holm og Einar Petersen. Vagnur Nolsøe var í álopinum saman við málskjúttanum.