Undan dystinum á Skála sunnudagin, var ávísur spenningur um, hvussu uppflytarnir av Skála fóru at standa seg ímóti oddaliðnum úr Klaksvík. Skála vísti gott spæl ímóti B68 vikuna undan, og nú tær skuldu royna seg á heimavølli ímóti nýklaktu steypavinnarunum, vóru tað fleiri, sum væntaðu ein javnan dyst.
Hetta gjørdist kortini aldrin veruleiki, tí KÍ-kvinnurnar prógvaðu, at tað er also munur á 1. og 2. deild, og við einum knúsandi 9-1 sigri, settu tær Skála-kvinnur uppá pláss.
Einvegis ferðsla
Allan dystin høvdu klaksvíkskvinnur yvirvág, og álopinini skolaðu oman ímóti málinum hjá Skála. Tað vóru ikki meiri enn tíggju minuttir farnir, so stóð 2-0 til gestirnar. Skálakvinnur royndu sum frægast í fyrra hálvleiki, og tær royndu so dánt at fylgja við KÍ-kvinnunum.
Fyrri hálvleikur var eisini meira javnur enn seinni, og tað tyktist sum, at luftin fór úr Skála-kvinnum í seinna hálvleiki. Hálvleiksstøðan var eisini "bara" 3-1 til KÍ.
Í seinna hálvleiki gekk verri hjá heimaliðnum, tí tá liðini høvdu rundað tíman, stóð longu 6-1 til klaksvíkskvinnur. KÍ- kvinnur góvust ikki so, og tá dysturin var av, stóð heili 9-1 til útiliðið.
Málskjúttar á Skála fyri KÍ vóru, Elsa Maria Simonsen og Malena Josephsen trý hvør, Jensa Sirdal og Vivian Bjartalið eitt í part, meðan Skála gjørdi eitt sjálvmál. Málið hjá Skála gjørdi Gerda Magnussen
Skála styrkt sær um liðið
Undan dystinum ímóti Kí, høvdu Skála-kvinnur leitað sør styrk av Sandoynni. Fýra sandoyargentir vóru á vøllinum á Skála sunnudagin. Martin Kúrberg er venjari hjá Skála í ár, og fyri nøkrum árum síðani stóð Martin á odda fyri kvinnuliðnum hjá B71, og tað er allarhelst soleiðis sambandið er komið í lag.
Dysturin í tølum:
Skála-KÍ 1-9 (1-3)
0-1 Elsa Maria Simonsen
0-2 Malena Josephsen
1-2 Gerda Magnussen
1-3 Vivian Bjartalið
1-4 Malena Josephsen
1-5 Elsa Maria Simonsen
1-6 sjálvmál
1-7 Malena Josephsen
1-8 Elsa Maria Simonsen
1-9 Jensa Sirdal