KÍ vann toppdystin hjá kvinnum

KÍ vann í dag toppdystin í kvinnudeildini, og nú hava bæði KÍ og AB 29 stig eftir 12 umfør.

 

Gondin í dystinum í Klaksvík í dag var soleiðis:

 

20 min: 1-0 TIL KÍ. Sigrid Jacobsen hevur lagt KÍ á odda eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg frá Malenu Josephsen.

 

30 min: KÍ hevur havt yvirvág higartil í dystinum

 

45 min: Hálvleikur í Klaksvík. KÍ hevur verið vandamesta liðið og hevur uppiborið lagt seg á odda 1-0

 

Álvur Hansen, landsliðsvenjari, um fyrra hálvleik: Fyrri hálvleikur hevur verið spennandi. KÍ hevur skapt fleiri hálvar kjansir, og tað er ikki óuppiborið, at KÍ hevur lagt seg á odda. Í seinna hálvleiki rokni eg við, at AB fer at satsa meira, og tí kann tað fara at koyra meira aftur og fram í seinna hálvleiki

 

60 min: Seinni hálvleikur hevur verið meira lívligur. AB hevur søkt meira at KÍ-málinum, og hinvegin søkir KÍ at við mótálop.

 

68 min: KÍ hevur sitið á dystinum seinastu løtuna og hevur skapt stórar kjansir. Serliga Rannvá Andreasen hevur verið nær við at skora.

 

82 min: KÍ og AB hava havt ein stóran kjans í part seinastu løtuna. Rannvá Andreasen hjá KÍ og Rannvá Poulsen hjá AB hava havt naskar royndir, men í báðu førum bjargaðu málmenninir væl.

 

90 min: Dysturin er liðugur, og KÍ vann 1-0.