KÍ var í nýggjum hami

Felags fyri bæði KÍ og ÍF var at lyklaspælarar ikki vóru við, tá ið klaksvíkingar fyri fyrstu ferð síðani 2006 tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni, sum einsamalli málskjúttin Páll A. Klettskarð ikki ætlar at hava fokus á fyrrenn seinni í mánaðinum

Fótbóltslagið var gott, og tað lætnaði orduliga í heima­leguni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Á heima­vølli tryggjaði KÍ sær í gjár við 1-0 sigri á ÍF pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Hetta var fyrsta ferðin síðani 2006, at KÍ vann seg úr fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluna.
Talan var um ferðmikla og undirhaldandi og í løtum væl spælda uppgerð. Einsamalla málið var tað enn eina ferð Páll A. Klettskarð, sum var meistari fyri. Lítla løtu undan hvíldini setti Heðin á Lakjuni ferð á úr vinstru og inn móti miðásinum, hann stakk bóltin fram ímillum til Álv F. Christiansen, sum varð leysur innanfyri í hes­um førinum ikki serliga sann­førandi ÍF verjuna. Álvur trillaði bóltin upp á tvørs til Páll A. Klettskarð, sum var púra blankur, tá ið hann trillaði bóltin í málið aftan­fyri sakleysa Jákup Mikkelsen.
– Hatta var ein góður sigur. Vit høvdu takið í 1. hálvleiki, tá ið vit áttu at havt skorað fleiri mál. Eftir steðgin løgdu vit størri dent á verjupartin, og tað var fínt, at tað eydn­aðist at halda tætt. ÍF hevði góðar møguleikar, men teir misnýttu, og tað gjørdu vit eisini nakrar ferðir.
Tað er málskjúttin í Klaks­vík í gjár,Páll A. Klettskarð, sum greiðir frá. Merkisvert var tað, at KÍ spældi seg í hálvfinaluna uttan Atla Danielsen og Hjalgím Elttør mill­um teir fyrstu ellivu. Teir komu á vøllin, tá ið tað rest­aðu tíggju minuttir, og tað fyrst og fremst ráddi um at halda tørn.
– Tað var ivamál, um teir vóru førir fyri at spæla. Henry Heinesen og Johan Jacobsen vórðu settir inn á sen­trala miðvøllin, og Ísak Simonsen var framrættaður í vinstru. Tað gekk væl, og tað er hugaligt, at vit megnaðu at vinna í uppaftur yngri útgávu enn henni, sum vit hava verið í.
Og hvussu verður í hálv­finaluni?
– Hana hugsa vit als ikki um enn. Vit taka eina viku í senn. Longu fríggjakvøldið skulu vit spæla í Sarpu-
gerði ímóti Víkingi. Tað er stór av­bjóðing, sum vit nú av fullum huga fara at savna okkum um, sigur Páll A. Klettskarð.
Fyri ÍF var tað smeitur, at Clayton Soares og Bogi R. Petersen orsaka av skaðum ikki vóru við. Fuglfirðingar spældu seg til møguleikar, men teir vóru fleiri ferðir óneyvir, tá ið teir royndu seg úr góðum støðum, og tá ið tað ikki eydnast at skjóta mál, og mótstøðuliðið samstundis hevur skorað eitt mál, so ber ikki til at røkka longur.

NSÍ vann tryggan sigur
Á Skála sóu tey við stórum spenningi fram ímóti NSÍ vitjanini. Tá ið tað galt um, kendist tað sum um, at teir á óroynda skálaliðnum vóru mest sum ov spentir. NSÍ hevði stóra leikliga yvirvág og fleiri málmøguleikar.
Í 1. hálvleiki skoraði NSÍ tvær ferðir í sambandi við deyðbóltsstøður – skála­maðurin Andras Frederiks­berg og Klæmint A. Olsen vóru málskjúttar – og mið­skeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Árni Frederiksberg við góðum skoti av brotsteigarmarkinum trivaliga NSÍ sigurin á 1. deildar­liðnum av Skála.