KA endaði grundspælið við at spæla sjeynda javnleikin

Føroyingaliðið á Akureyri møtir Vali í fjórðingsfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Føroyingaliðið á Akureyri, KA endaði grundspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við at spæla javnleik á sjeynda sinni hetta kappingarárið.

 

Sjey javnleikir í 22 dystum eru nógvir javnleikir í hondbólti.

 

KA hevði heima- og grannadyst móti Þór Akureyri í kvøld. Dysturin endaði við javnleiki 19-19. Áki Egilsnes skoraði trý mál og Allan Norðberg skoraði tvey mál fyri KA. Nicholas Satchwell hevði 14 bjargingar, harímillum eina brotskastsbjarging. Í steðginum var Þór á odda 12-10. Áki Egilsnes javnaði til 19-19 tá smáir tveir minuttir vóru eftir. Eftir hetta hevði KA tveir góðar møguleikar til at leggja seg framum, men tað var Þór sum hevði seinasta málmøguleikan sum kundi givið ein 20-19 sigur, men skotið fór við síðunnar av.

 

Morgunblaðið heldur, at teir hjá KA skulu vera fegnir um javnleikin, tí teir meta Þór vera betra liðið í dystinum í kvøld. 

 

KA endar á sætta plássinum í grundspælinum, ið merkir at teir koma at spæla fjórðingsfinalur móti Vali sum endaði á triðja plássinum.

 

Hitt føroyingaliðið, Fram sum hevur mist møguleikan at vinna seg í endaspælið vann uttan føroyskar málskjúttar 29-27 á Stjørnuni á útivølli. Fram var á odda 17-15 í steðginum. Fram endar á níggjunda plássi, eitt stig frá at røkka endaspælinum. 

 

Endaliga støðan í grundspælinum: 

 

 

Nr

 
LiðDystirVunnirJavnirTaptirMálmunurStig
1Haukar221912672:52839
2FH221345648:60730
3Valur221318645:59227
4Selfoss221228577:56226
5Stjarnan221138630:60425
6KA22976587:57125
7ÍBV221129639:61524
8Afturelding221039589:602 

23 

 

----------------

 
9Fram2210210589:57222
10Grótta225413556:59514
11Þór Ak.224117488:6019
12ÍR220022517:6880