Kaj Leo ætlar sær á Fólkating

– So hevur valfelagið hjá Sambandsflokkinum heitt á meg, um eg havi hug til at lata meg stilla upp til fólkatingsval fyri okkara flokk.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, á Facebook.

 

Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til komandi fólkatingsval, sum helst verður í heyst, men sum í seinasta lagi kann haldast grundlógardagin næsta ár, 5. juni.

 

– Eg havi sagt ja, tí at eg haldi at hetta er ein spennandi uppgáva, og at eg møguliga havi nakrar royndir sum fyrrverandi býráðslimur, løgtingslimur, løgmaður, floksformaður og nú landstýrismaður. Men endaliga er tað eftir uppskoti frá Føroya Val til landsnevndina í flokkinum sum avger endaliga, um eg verði eitt av valevnunum, skrivar hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur havt øll tey stór politisku álitisstørvini fyri Sambandsflokkin, sum ein politikari kann røkka – uttan at verið fólkatingsmaður.

 

Og tað er ein arvur at lyfta, um Sambandsflokkurin ætlar sær at vinna annan sessin til næsta fólkatingsval. Mangan hevur Sambandsflokkurin verið størstur til fólkatingsval, hóast tað ikki hevur staðið líka væl til, tá løgtingsval hevur verið. Og tey seinnu árini hevur tað verið Edmund Joensen, sum hevur drigið lessið fyri flokkin. Ta uppgávuna skal so onkur annar hava.

 

Eftir øllum at døma verður fólkatingsval áðrenn løgtinsval verður. Vanligt er, at floksformenn stilla upp, hóast teir – sum Bárður Nielsen í hesum føri – eru løgmenn. So uttan iva verður Bárður á Steig Nielsen eisini á listanum.

 

Men ímynda vit okkum, at Kaj Leo Holm Johannesen verður valdur í Fólkatingið, meðan hann situr sum landsstýrismaður, so er hugsandi, at hann velur fólkatingssessin fram um landsstýrisessin. Tað fer Bárður Nielsen hinvegin ikki at gera, um hann verður valdur á Fólkating, meðan hann situr sum løgmaður. Men so hevði hann havt sessin at fella aftur á, um hann gevst sum løgmaður eftir næsta løgtingsval.

 

Á seinasta løgtingsvalið vunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sessirnar. Sambandsflokkurin var størstur við 28,5 prosentum av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin næstur við 25,6 prosentum.

 

Valúrslitið á seinasta fólkatingsvali:

 

##med2##

 

Tey 10, ið fingu flestar atkvøður á seinastas fólkatingsvali:

 

##med3##