Kaj Leo: Føroyar koronafríar

Sambært landsstýrsmanninum í heilsumálum, so eru Føroyar nú koronafríar.

– So eru Føroyar Koronafríar ;-)

Soleiðis skrivaði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á Facebook fyri løtu síðani.

Sum skilst hevur hann fingið boðini um at seinasti føroyingurin við Covid-19 sjúkuni er vorðin frískur. Tilasmans 187 føroyingar hava verið skjúkir við Covid-19.