– Verður ikki friður um tollmálið í august-september, so er ein nýggj støða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum í løtuni situr á fundi við tingbólkin hjá Sambandsflokkinum.
– Vit skulu tosa um disciplin, loyalitet og hvør sigur hvat nær. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum beint eftir døgurða fór á fund á Gamla Apoteki.
Á fundinum, sum er millum landsstýris- og løgtingsfólk hjá Sambandsflokkinum, skal flokkurin royna at fóta sær í sonevnda ”tollmálinum”, sum framhaldandi elvir til mikið rumbul og ónøgd í Sambandsflokkinum.
Týsdagin gjørdi løgmaður av, at hann fer ikki at koyra Jørgen Niclasen frá sum landsstýrismann í fíggjarmálum. Avgerðin fall ikki í góða jørð, hvørki hjá fleiri tinglimum ella í fleiri lokalfeløgum hjá Sambandsflokkinum kring landið.
Kortini heldur formaðurin í Sambandsflokkinum fast um, at hann framhaldandi hevur stuðul í sínum egna flokki:
– Eg veit at eg havi stuðul fyri tí, sum eg geri, samstundis sum eg veit, at nógv eru ósamd við mær, ljóðar svarið frá Kaj Leo Holm Johannesen.
Formaðurin í Sambandsflokkinum er tó ikki so avgjørdur í dag sum týsdagin. Tá grundgav Kaj Leo Holm Johannesen sína støðu fyri at lata Jørgen Niclasen vera sitandi við, at landsstýrismaðurin nú hevði latið málið upp í hendurnar á rættarskipanini fyri á tann hátt at reinsa serg.
– Tá segði eg, at hetta var ein loysn, ið eg kundi góðtaka fyribils. Vísir tað seg, at friður ikki verður um tollmálið í august-september, so er ein nýggj støða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at seinastu tíðina hevur tað verið Sambandsflokkurin sjálvur, sum hevur skapt mesta ófriðin um hetta málið.
– Tað er ein støða, ið eg sum formaður má taka á mín kappa. Og tað er ein støða, sum vit mugu fáa greiðu á ídag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Fundurin í Sambandsflokkinum byrjaði stutt eftir døgurða, og floksformaðurin væntar at finna eina loysn ídag.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.