Kaj Leo skal greiða frá um Etiska ráðið

Málið um tey seks fólkini í Etiska ráðnum, sum Kaj Leo Holm Johannesen sendi til hús fríggjadagin, verður nú tikið upp politiskt

 

Tað er Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur reist máli í einum grein 52 fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

Løgtingsmaðurin setir landsstýrismanninum tríggjar spurningar:

– Hví og við hvørjum grundgevingum hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at koyra seks ráðslimir í Etiska ráðnum frá?

– Er avgerðin hjá landsstýrismanninum í samsvari við § 6 í løgtingslógini um Etiskt ráð?

– Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja formanninum og nýtilnevndu ráðslimunum?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at koyra formannin og fimm aðrar ráðslimir í Etiska ráðnum til hús.

– Hetta hóast tað stendur í § 6 í løgtingslóg um Etiskt ráð, at limirnir verða settir fyri 4 ár í senn, og forkvinnan bert hevur sitið í 2 ár. Harafturat stendur í § 6, stk. 6, at tá ið ráðið verður sett av nýggjum verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat, og at limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk. Somuleiðis er spurnartekn sett við setanina av nýggju ráðslimunum og grundgevingarnar handan avgerðina, sigur løgtingsmaðurin, sum tí setir hesar spurningar.