Kaj Leo skoraði mál á tjóðarhátíðini í Vestmannaoyggjunum

Njarðvík mátti lúta fyri ÍBV

Í 2017 og í 2018 hevði Kaj Leo í Bartalsstovu tvey góð kappingarár úti í Vestmannaoyggjunum, har hann var við til at vinna íslendsku steypakappingina við ÍBV.

 

Í dag var Kaj Leo á vitjan úti í Heimey saman við liðfeløgunum í Njarðvík fyri at spæla toppdyst í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini móti ÍBV.

 

Tjóðarhátíð er í Vestmannaoyggjunum, og frammanfyri einari stórari heimafjøld mátti Njarðvík lúta fyri ÍBV, ið vann dystin 2-1.

 

Kaj Leo legði Njarðvík á odda 1-0 í 24. minutti við einum væl plasseraðum skoti. Talan var um fjórða málið hjá Kaj Leo hetta kappingarárið.

 

Njarðvík var leingi á sigurskós, men í 79. minutti javnaði Oliver Heiðarsson til 1-1. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat bjargaði Oliver Heiðarsson tjóðarhátíðina hjá vestmannaoyingum, tá hann skoraði sigursmálið til 2-1.

 

Njarðvík er nummar trý í deildini við 25 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri ÍBV, ið hevur 28 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir Njarðvík á útivølli móti Þór Akureyri.