Kaj Leo sýtti Eiður Smára sigurin

Við triðja máli sínum hetta kappingarárið tryggjaði Kaj Leo í Bartalsstovu Akranesi javnleik móti FH

Tað skuldi vera ein føroyinga-uppgerð millum Akranes og FH á Norðurálsvøllinum á Akranesi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Kring Ísland var stórur áhugi fyri fyrsta dystinum hjá stóru fótbóltslegenduni, Eiður Smára Guðjohnsen sum høvuðsvenjara hjá FH á hesum sinni.

 

Men fasti málverjin hjá FH, Gunnar Nielsen stríðist við skaða í økslini. Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin fyri Akranes, og hann gjørdi stóran mun.

 

Tá 48 minuttir vóru farnir av dystinum gagnnýtti Kaj Leo eitt mistak hjá avloysaranum hjá Gunnari í málinum hjá FH, Atla Gunnar Guðmundssyni og legði Akranes á odda 1-0 til miklan fagnað hjá heimafjøldini. FH, ið var favorittur at vinna dystin javnaði til 1-1, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Fleiri mál komu ikki, og liðini fingu eitt stig hvør.

 

Talan er um triðja málið hjá Kaj Leo hetta kappingarárið.

 

Kaj Leo dugdi sera væl at sleppa sær av við bóltin, og hevði góðar sendingar til viðspælararnar. Kaj Leo tók eisini nógvar deyðbóltsstøður fyri lið sítt. Hann helt tó fyri aftaná dystin, at vindurin og regnið darvaði spælinum nógv, og tí gjørdist ikki talan um ein góðan, tekniskan dyst.

 

Tað var hugaligt at hoyra trúgvu og drúgvu fjeppararnar hjá Akranesi stemma í ein fagnaðarsang fyri Kaj Leo.

 

FH er fjórðaftast í deildini við níggju stigum. Akranes hevur átta stig. Leiknir og ÍBV eru aftast við fýra stigum.

 

4. juli tekur FH móti Stjørnuni. Sama dag spælir Akranes á útivølli móti Leiknir.