Kallið bara ognarskattin fyri sjokulátugjald, so svølgja øll

Kommunufelagið við formanninum, Heðin Mortensen á odda, var úti við áhugaverdum tíðindum í gjár, um at landsstýrið og kommunufelagið eru komin ásamt um, at nú skal lóg leggjast fyri Tingið á ólavsøku, sum gevur kommununum heimild at leggja eitt tænastugjald á ognir, sum standa tóm kring  landið. Hetta eru ikki nýggir tónar frá Javnaðarflokkinum, tí hetta var tað hann fór til kommunuval uppá.

 

 Ì sama tíðindaskrivi á in.fo varð enntá ført fram, at hetta gjaldið eigur at vera so mikið høgt, at fólk antin verða noydd at leiga síni hús út ella í øðrum  lagi verða noydd at selja tey. Hvat hevur hetta við nakað tænastugjald at gera?  Hvat er tað fyri tænasta, ið skal kosta so nógv, at viðkomandi skal noyðast av við síni hús?  Og skal eigarin verða noyddur at leiga síni hús út, tí gjaldið er blivið so høgt, hvør er tað tá, sum endar við eyka “tænastugjaldinum” ?

 

Vit kunnu kalla hetta gjaldið,  hvat vit vilja, men um endamálið er at noyða fólk at selja sínar ognir, sum tey kanska í onkrum føri hava arvað, so er hetta onki annað enn ein ognarskattur.

 

At geva kommununum so víðar heimildir í løgtingslóg at skrúva uppá eitt sokallað “tænastugjald” er púra burturvið  og ikki serliga føroyskt. Tá pengar mangla í kommunukassanum, ja so verður bara skrúvað uppá “tænastugjaldið”.  Kanska átti kommunufelagið bara kalla tænastugjaldið fyri “sjokulátugjald”, so vænti eg, at tey allar flestu høvdu svølgt hesum, inntil tey høvdu funnið útav, hvat veruliga endamálið við hesum gjaldi er.

 

I dag kom nýtt tíðindaskriv frá  kommunufelagnum, sum roynir at sissa fólk um, at talan er bert um eitt tænastugjald og ikki nakran ognarskatt. Tað er ikki neyðugt at greina fyri mær munin á einum tænastugjaldi og einum ognarskatti, tí tað eri eg fullgreið yvir, men tað sum er meiri ófrættakent er, at kommunufelagið við borgastjóranum  í Havn sum oddvita,  er í ferð við at sníkja ognarskattin ínn í føroyska búskapin, ígjøgnum eitt tænastugjald.

 

Undirritaða  skal bara enn einaferð boða frá, at tað verður ikki við mínari atkvøðu, at hetta málið sleppur ígjøgnum Løgtingið.

 

 

 

Annika Olsen

 

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin