Eg fái onki sagt enn. Men eg eri skelkaður av tí, sum er komið fram í sjónvarpinum.
Formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard hevur vitnað í bankamálinum og fær tí onki sagt enn.
Vit eru bundin av tagnarskyldu, og hesi tagnarskyldu eru vit ikki leys av, fyrrenn hon er liðug og hevur lagt úrslitið fram.
Annars heldur Eidesgaard, at føroyingar eiga at sláa kalt vatn í blóðið og bíða eftir úrslitinum hjá bankakanningarnevndini.
Eg haldi, at tað er skeivt at gera nakað nú. Tað ber eisini til at kanna seg í hel. Uttan mun til tað, sum er komið fram í teimum sera áhugaverdu sjónvarpssendingunum, haldi eg, at vit eiga at bíða eftir úrslitinum hjá bankakanningarnevndini. Og tá ið tað er komið, kunnu vit leggja arbeiðið framyvir til rættis.
Aftaná alt tað, sum er komið fram, ber tað so til at hava álit á eini nevnd, sum forsætismálaráðið hevur valt.
Tað er ringt at siga. Men lat okkum ikki brúka ov nógvar kreftir uppá gitingar. Lat okkum síggja úr, slitið og so kunnu vit taka støðu eftir tí.
Annars heldur Jóa-nnes Eidesgaard, at tað er ótrúliga skelkandi, sum er komið fram.
Eg siti eftir við eini óhugnaligari kenslu at verða hálaður runt í manegini, sigur Jóannes Eidesgaard.