Tað er ikki altíð gjørligt hjá løgregluni at vera so skjót at staðnum. Men tað tekur ongantíð so langa tíð, sum Jákup Weihe vil vera við í síni satiru í Kringvarpinum.
Tað er eitt ekstremt tilfeldi, Sosialurin hevur nýtt, tí vit hava sett politibilin í Gásadali og gingið útfrá, at politistarnir í miðal hava koyrt 80 kilometrar um tíman.
Skuldi tað verið soleiðis, at eitt menniskja veruliga var í lívsvanda, so kann illa roknast við, at teir koyrdu við tí ferðini, men siga vit, at teir koyra 150 kilometrar um tíman í miðal, sum næstan ikki ber til, so tekur tað framvegis 40 minuttir at koma fram.
Hetta er sjálvandi eitt sera ógvusligt dømi, men hetta er eftir øllum at døma gjørligt, og tá ein bilur fór á sjógv í Klaksvík í vikuni, kom løgreglubilurin eisini úr Havn.
- Hetta eru ekstrem tilfeldir, sum sjáldan koma fyri og altíð fara at vera, men tað kann henda, at politibilurin er í Gásadali, og okkurt hendir á Selatrað, sigur Jón Klein Olsen, politiovasti.
Men hendir okkurt, so verða fólk, ið hava frí, tilkallað, hóast tað ikki er so vanligt, og orsøkin til, at tað nú kann taka longri tíð, er, at nú er ein felagstilbúgving fyri alt meginøkið, har vegur er.
- Politistarnir kunnu eins væl vera í Skálabotni, sum í Gásadali, tá boð eru til Selatrað, sigur politiovastin.
So kanska er riflan ikki besta boðið, sum Jákup Weihe annars legði upp til í síni satiru.
Betri um vikuskiftini
Men Jón Klein Olsen leggur afturat, at við broytingunum, ið vórðu gjørdar í marsmánaði, er tað í veruleikanum soleiðis, at løgreglan í flestu førum er betri mannað, tá nógv er at gera.
- Føroyingar eru vanliga eitt sera friðarligt fólkaslag, og tað er mest um vikuskiftini, at nakað hendir, og tá eru vit betri mannað, sigur politiovastin.
Hann kann tó ikki koma inná, nær og hvar løgreglan er. Men hann staðfestir, at løgreglan er meiri úti um vikuskiftini nú, enn hon hevur verið, og at løgreglan ongantíð hevur verið betri mannað uttanfyri Havnina, enn hon er í dag.
Samstundis staðfestir hann, at ongin løgreglustøð verður niðurløgd, hóast rationaliseringar, í orðsins rætta týdningi, verða gjørdar.
Broyting skapar ónøgd
Samstundis er politiovastin greiðir yvir, at tað er ein ávís ónøgd við broytingarnar, ið hava verið gjørdar.
- Tað er altíð soleiðis, at tá broytingar verða gjørdar, so fylgir ein ávís ónøgd við, men tað plagar at broytast við tíðini, sigur Jón Klein Olsen.
Hann greiðir somuleiðis frá, at tað kundi verið nógv øðrvísi, um løgreglan í Føroyum ikki sjálv fór í gongd við bygnaðarbroytingarnar.
- Vit eru í eini samráðingarstøðu við leiðsluna í Danmark, og vit royna í felag at finna fram til mest skynsamu loysnina, sum kann fylgja politireforminum í Danmark, sum hevur verið virkin síðan 2007, sigur hann.
Men hann vil ikki ordiliga greiða frá, hvussu løgreglan í framtíðini verður skipað í Føroyum.
- Vit vildu fegnir greitt øllum Føroya fólki frá, hvussu løgreglan verður skipað, men tað er best at lata vera við at úttala seg, fyrr enn samráðingarnar við danir eru lidnar, sigur Jón Klein Olsen.
Løgreglan í Føroyum, kann ikki gera, sum henni lystir, tí hon er beinleiðis bundin at leiðsluni í Danmark fíggjarliga. Á sama hátt, sum Bornholm og Grønland eru. Hini politiøkini fáa eina fíggjarjáttan, sum tey sjálvi ráða yvir.
Trý øki
Fyrr hevur tað verið soleiðis, at løgreglan í Føroyum hevur verið býtt í nøkur øki, men nú eru tað trý øki. Norðurøkið, sum umfatar Norðoyggjar og Eysturoy, Miðøkið, ið umfatar Streymoy, Vágoy og Sandoy og Suðurøkið, ið er Suðuroy.
Økini eru býtt soleiðis, sambært Jón Klein Olsen, fyri at fáa meira burturúr hvørjum politisti, og fyri at dekka eitt so breitt øki sum gjørligt.
Somuleiðis er ein miðsavning gjørd, ið merkir, at øll viðurskifti, fólk hava at avgreiða við løgregluna kunnu gerast á politistøðunum.
- Vit høvdu fleiri avgreiðslur í Havn, men nú kann alt gerast á politistøðini, sum aðrastaðni í landinum, sigur Jón Klein Olsen.
Hann greiðir somuleiðis frá, at ávísir trupulleikar altíð stinga seg upp í eini broytingartíð, men at borgarin fær eina betri tænastu, tá broytingarnar eru framdar.