Kann verða strævið

Liðskiparin hjá U-20 kvinnunum, Rakul Augustinussen, er greið um, at føroysku kvinnurnar fáa harða mótstøðu, men tær ætla sær kortini at gera alt tað, sum tær eru mentar

Hondbóltur

Tá tú hevur vant og spælt hondbólt í at kalla eitt ár uttan íhald, so er tað kanska ikki so løgið, um tað til tíðir kann kennast dekan ov strævið, men í løtuni tykist hetta tó ikki vera galdandi fyri liðskiparan á føroyska U-20 landsliðnum í kvinnuhondbólti. Rakul Augustinussen úr Neistanum hevur farna árið verið partur av besta liðnum hjá Neistanum, men hóast strævnu skránna, so tykist møðin á ongan hátt at hava fest seg, nú vit hittu hana á seinastu venjingini undan fráferðini til Hollands.
- Sjálvandi kann tað onkuntíð vera eitt sindur strævið, men tá tú hevur eina slíka avbjóðing, sum vit hava nú, so haldi eg ikki, at tú hugsar um tað, sigur hon, tá vit seta henni spurningin.

Royndirnar bíða
Tað skerst tó ikki burtur, at fleiri av leikarunum kortini hava tikið nøkur tung tøk, nú farast skal avstað. Próvtøkurnar í skúlunum eru júst um hetta mundið, og tað merkir í nøkrum førum, at leikarar hava valt at fara upp til sjúkraroynd í heyst, soleiðis at til ber at vera við á ferðini hjá hondbóltslandsliðnum.

Stórur aldursmunur
Um vónirnar til kappingina sigur Rakul, at hon sjálvandi roknar við harðari mótstøðu, men hon tykist tó á ongan hátt at ræðast hetta.
- Tað er sjálvandi tað, at vit eru rættiliga nógv yngri enn hinar. Trý ár eru millum elstu og yngstu leikararnir hjá okkum, og tað ger sjálvandi, at stórur munur er á, hvussu liðini eru fyri kropsliga.
- Hinvegin halda vit sjálvar, at vit hava fleiri góðar hondbóltsleikarar, og so er bara hja okkum at gera okkara besta. So síggja vit, hvussu langt tað røkkur.
Og tá vit at enda spyrja liðskiparan, hvørt hon so ætlar sær undir fyrireikingarnar til komandi kappingarárið, tá hon kemur aftur av ferðini, sigur hon smílandi, nei.
- Nú haldi eg fyrst, at eg skal hava nakrar vikur frí, áðrenn hondbólturin aftur stendur á skránni.