Kanna fleiri mál um harðskap

Løgreglan hevur havt nógv at gera hesar seinastu dagarnar

Ólavsøka hevur verið – og tá ið hon var liðug, var vikuskiftið og tá ið so nógvir veitsludagar eru á rað, hevur løgreglan ofta nógv at gera. Og tað hava tey eisini havt hesa ferð. Eitt nú sigur løgreglan, at tey hava fleiri mál um harðskap, sum nú verða kannað. Í tí eina førinum gjørdi ein maður seg inn á trý fólk – og hann er undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á ein afturat. Í hesum sambandi verða vitni avhoyrd og fólk hava eisini tikið ein part av harðskapinum upp við eini fartelefon og alt tað verður nú kannað.

 

Nakrar ferðir hevur boð eisini verið eftir løgregluni tí ófriðir hevur verið heima hjá fólki og í onkrum førum er eitt fólk skuldsett fyri harðskap í kjalarvørrinum á tí.

 

Sunnunáttina varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning á motorsúkklu – og tað er sama revsing sum fyri at koyra bil við kenning.

 

Løgreglan hevur eisini skuldsett ein mann fyri at gera herverk á ein politibil. Løgreglan sigur, at maðurin kruvdi eitt dekk á politibilinum við knívi og tað er hann skuldsettur fyri. Ein rútur er eisini brotin á einum øðrum bili, men løgreglan veit ikki meiri um tað, tí eingin hevur sæð tað.