Tað er her, at vestmenningar ynskja, at ein Vestmannatunnil kemur út. Landsverk mælir til, at tunnilin kemur út norðan fyri Kvívík, og tá verður hann eisini væl styttri. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Kanna gróttilfar til Vestmannatunnil

- Boriarbeiðið er ein liður í arbeiðnum at lata fleiri møguleikar um linjuføring standa opnar, sigur Fríðrik Heinesen hjá Landsverki.

 

Tað er her, at vestmenningar ynskja, at ein Vestmannatunnil kemur út. Landsverk mælir til, at tunnilin kemur út norðan fyri Kvívík, og tá verður hann eisini væl styttri. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Ein millión krónur eru settar av á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 í samband við ein møguligan tunnil til Vestmanna.

 

Talan hevur serliga verið um tvær linjuføringar, harav hin norðara er norðan fyri Kvívík, og tað er hendan, sum Landsverk mælir til - og so hin syðra, sum er nærindis tunnilsmunnanum til Vágatunnilin.

 

Tað er henda seinna linjuføringin, ið er nakað longri, sum vestmenningar mæla til.

 

Soleiðis, sum myndin oman fyri vísir, hevur ávíst borivirksemi seinastu dagarnar verið á leiðini millum tunnilsmunnan í Leynum og Leynavatn, og hetta arbeiðið er nú liðugt.

 

Fríðrik Heinesen, ið starvast sum verkfrøðingur hjá Landsverki, vísir á, at ein millión krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2024 til ein møguligan Vestmannatunnil, og her verður so ein partur av teimum pengunum brúktur.

 

- Aðrar slíkar boringar eru áður gjørdar í Vestmanna og oman fyri Kvívík, og hetta eru arbeiði, sum Landsverk og Jarðfeingi taka sær av, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

Í samrøðu við In.fo sigur verkfrøðingurin, at tað at enda verður ein politiskur spurningur - fyrst, um tunnilin yvirhøvur skal byggjast, og hvør linjuføringini verður, tá hann verður bygdur. 

 

Boriarbeiðið í Leynum er ein liður í arbeiðnum at lata fleiri møguleikar um linjuføringina standa opnar.

 

- Boriarbeiðið hevur verið boðið út, og tað var Brunnboring, sum er fyritøka í Eysturoy, ið fekk hesa uppgávu at gera hesar royndarboringar í Leynum, sigur Fríðrik Heinesen.

 

Verkfrøðingurin vísir á, at holið, sum nú er borað, er 350 metrar djúpt, og hetta minnir um eitt jarðhitahol.

 

- Til tess at fáa eina meting av jarðfrøðini, lorar Jarðfeingið kamera og sensorar niður í holið, og soleiðis kann jarðfrøðin lesast, eins og metast kann um, hvussu gróttilfarið er, sigur Fríðrik Heinesen hjá Landsverki.

 

Leggjast kann aftrat, at við styttru linjuføringini, sum Landsverk mælir til, verður ein Vestmannatunnil meira enn fýra kilometrar langur, og hann verður væl longri, um tunnilsmunnin verður í Leynum.

 

 

 

 

 

Tað er her, at vestmenningar ynskja, at ein Vestmannatunnil kemur út. Landsverk mælir til, at tunnilin kemur út norðan fyri Kvívík, og tá verður hann eisini væl styttri. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki