FBI og týsk løgregla skal hjálpa til við at vinna út av, um eysturríksk løgregla gjørdi feilir á málinum um Nataschu Kampusch.
TAð eru næu seks ár liðin síðani Natascha Kampusch slapp burtur frá burturflytara sínum, sum í átta og eitt hálvt ár hevði hildið eysturríksku gentuna fangað í kjallaranum í húsum sínum.
Síðani tá hevur løgreglan í Eysturríki fleiri ferðir sligið fast, at burturflytarin, Wolfgang Priklopil, var einsamallur um burturflytingina, bæði tá hann rændi ta tá 10 ára gomlu gentuna, meðan hon var á veg í skúla, og meðan hann helt henni fanga.
Priklopil gjørdi av við seg, tá tað eydnaðist Kampusch at flýggja, og gjørnum árini hevur tað ítt við samansvørjingar teorium, at hann skal hava havt hjálparar, og at løgreglan skal hava gjørt eitt vánaligt arbeiði.
14 granskarar og eitt eftirlitsúrval, við millum øðrum serfrøðingum frá amerikanska FBI og týsku forbundskriminalløgregluni, BKA, skulu nú í holt við at gjøgnumganga øll dokumentir hjá eysturríksku løgregluni og ákæruvaldinum.
Hetta hendir sum liður í einari sonevndari cold case kanning, og kanningarfólkini mugu ikki hava sæð ella hoyrt um málið áður.
Eysturríkska innanríkisráðið sigur, at tey fáa atgongd til allar málsmappurnar, og at tey skulu vera liðug við arbeiði sítt á nýggjárinum.
Tað er eysturríkska parliamentið, sum vil hava greiði á, um alt málið skal takast upp av nýggjum, ella um lok endaliga skal leggjast á.
Løgreglan var á gátt hjá Wolfgang Priklopil stutt eftir, at Kampusch var horvin, uttan at leggja nakað til merkis, og eitt vitni heldur seg hava sæð tveir burturflytarar.
Natascha Kampusch, sum í dag er 24 ára gomul, og sum hevur biðið um at fáa frið at liva lív sítt, fekk í fjør noktað endurgjald frá eysturríksku myndugleikunum, tí sagt var, at løgreglan hevði ikki gjørt álvarsligar feilir í málinum.
Sjálvt hevur hon alla tíðina sagt, at talan bert var um tann eina burturflytaran. Bókin um hennara lagnu, »3096 dagar«, verður í løtuni gjørd til film, har danski Thure Lindhardt hevur leiklutin sum Wolfgang Priklopil.