Kanna nú hví ferðsluóhappið hendi

Í gjár fór ein bilur út av vegnum við kirkjuna á Glyvrum. Bilurin fór runt og bilførarin slapp úr bilinum og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at enn vita tey ikki, hví óhappið hendi. Bilførarin verður kannaður á Landssjúkrahúsinum og løgreglan kannar eisini orsøkir til, at óhappið hendi.

 

 

 

Løgreglan ger altíð burturúr at kanna hvørjar orsøkir liggja aftanfyri óhapp av slíkum slag. Fyrst og fremst við at tosa við fólkini, sum eru í óhappinum.