Magnus Heinason er farin út aftur eftir at hava gjørt kanningar fyri sild við Føroyar.
Rannsóknarskipið ger fleiri og ymiskar kanningar gjøgnum árið, og uppgávan hesaferð er at kanna, hvussu stendur til við svartkjafti við Føroyar.
Tað hevur tey seinastu árini verið heilt væl av bæði sild og makreli undir Føroyum, og loyvi er givið at fiska hvítingsbróður, men hendan túrin skal Magnus Heinason so kanna svartkjaftin.
Um síðsta túrin, tá skipið kannaði norðhavssildina, stendur soleiðis í samanum tøkuni:
»Ongin sild sást á hesum túrinum hvørki á ekkókanningunum ella í eina trolhálinum á túrinum« inni á heimasíðuni hjá Havstovuni.